HØVUÐSEVNI
Er pornografi óskyldigt ella skaðiligt?
Pornografi er at síggja allastaðni í heiminum í dag. a Tað er at finna í lýsingum, mótabløðum, filmum, tónleiki, avísum, sjónvarpssendingum, telduspølum, á fartelefonum og heimasíðum. Tað sær út til, at pornografi er blivið púra vanligt og góðtikið í samfelagnum í dag. Fólk hyggja meira eftir pornografi nú enn nakrantíð fyrr. – Sí rammuna „ Fakta um pornografi“.
Fólk sum heild hava eisini broytt meining um pornografi. Ein professari, sum eitur Gail Dines, skrivar: „Í dag eru myndirnar so ekstremar, at tað, sum fyrr bleiv rópt hørð porno, nú bara er vanlig porno.“
Hvat heldur tú um hesa gongdina? Er tað óskyldigt ella skaðiligt at hyggja eftir pornografi, ella onkustaðni mitt í millum? Jesus segði: ’Hvørt gott træ ber góðan ávøkst; men hitt ringa træið ber ringan ávøkst.’ (Matteus 7:17) Hvønn „ávøkst“, ella hvørjar avleiðingar, hevur pornografi? Latið okkum kanna nakrar spurningar um pornografi.
Hvussu ávirkar pornografi fólk?
HVAT SIGA SERFRØÐINGAR? Mann kann blíva so bundin av at hyggja eftir pornografi, at nakrir serfrøðingar samanbera tað við at taka kokain.
Brian, b sum plagdi at hyggja eftir pornografi á netinum, sigur: „Einki kundi steðga mær. Tað virkaði rúsandi upp á meg. Men aftaná fekk eg ofta so ringa samvitsku, at eg risti um allan kroppin og fekk høvuðpínu. Eg stríddist fyri at bróta vanan, men fleiri ár seinni var eg enn bundin av tí.“
Fólk, sum eru bundin av pornografi, royna ofta at krógva tað. Og nógv av teimum føla seg einsamøll, skammast, eru nervøs, hugtung og ill. Summi fáa enntá sjálvmorðstankar. Ein maður, sum eitur Serge, plagdi at taka pornografiskt tilfar niður á telefonina hjá sær næstan hvønn dag. Hann sigur: „Eg bleiv egoistiskur og desperatur. Eg hevði ringa samvitsku og helt ikki, at eg nyttaði nakað, eg føldi meg einsamallan og sat líkasum fastur í einari fellu. Eg var for flóvur og bangin til at biðja onnur um hjálp.“
Sjálvt um mann av óvart ella bara heilt stutt sær pornografi, kann tað hava negativa ávirkan. Ein serfrøðingur hevur sagt, at pornografiskar myndir verða lagraðar í heilanum og eru øgiliga ringar at gloyma. Susan, sum er 19 ár, kom av óvart inn á nakrar pornografiskar síður á netinum. Hon sigur: „Myndirnar hava fest seg í sinnið hjá mær, og tær poppa upp, tá eg minst vænti tað. Tað følist sum um, at eg ongantíð ordiliga sleppi av við tær.“
NIÐURSTØÐAN: Tað er skaðiligt at hyggja eftir pornografi, og mann verður bundin av tí. – 2. Pætursbræv 2:19.
Hvussu ávirkar pornografi familjuna?
HVAT SIGA SERFRØÐINGAR? „Porno er orsøk til, at hjún fara frá hvørjum øðrum, og at familjur syndrast.“ – The Porn Trap, sum Wendy og Larry Maltz hava skrivað.
Pornografi skaðar hjún og familjur, tí …
tað oyðileggur álitið, intimitetin og kærleikan. – Orðtøkini 2:12-17.
tað ger, at mann blívur egoistiskur, kaldur, óvinaligur og ónøgdur við makan. – Efesusbrævið 5:28, 29.
tað kann føra til skaðiligar seksuellar fantasiir og lystir. – 2. Pætursbræv 2:14.
tað kann fáa tann, sum hyggur eftir tí, at tvinga makan til perversar seksuellar gerðir. – Efesusbrævið 5:3, 4.
tað kann føra til ótrúskap, antin í huganum ella í gerðum. – Matteus 5:28.
Bíblian sigur, at hjúnafelagar ikki mugu vera ótrúgvir ímóti hvørjum. (Malakias 2:16) Ótrúskapur kann oyðileggja eitt hjúnaband og føra til seperatión og skilsmissu. Og tað er ikki gott fyri børnini.
Pornografi kann eisini skaða børn meira beinleiðis. Brian, sum bleiv nevndur fyrr í greinini, sigur: „Tá ið eg var umleið tíggju ára gamal, kom eg av tilvild fram á pornobløðini hjá babba, meðan vit spældu krógva og blunda. Frá tá av hugdi eg javnan í tey í loyndum, sjálvt um eg ikki ordiliga visti, hví mær dámdi tað. Soleiðis fekk eg ein ringan vana, sum vardi langt inn í vaksnamannalívið.“ Kanningar vísa, at pornografi kann fáa tannáringar at byrja at hava sex tíðliga, at hava nógvar ymiskar sexpartnarar, at blíva seksuelt harðligir og blíva kensluliga og sálarliga óstabilir.
NIÐURSTØÐAN: Pornografi er sum eitur fyri eina kerliga familju og hevur nógva sorg og pínu við sær. – Orðtøkini 6:27.
Hvat sigur Bíblian um pornografi?
BÍBLIAN SIGUR: „Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna, ónda tráan – og havisjúkuna, sum jú er avgudadýrkan!“ – Kolossebrævið 3:5.
Jehova c Gud hatar heilt einfalt pornografi. Men hann er ikki ímóti sex. Hann hevur jú skapt okkum soleiðis, at vit hava hug til sex, og hann ætlaði, at tey, sum eru gift, skuldu brúka hesa gávuna til at gleða hvønn annan, blíva tættari knýtt kensluliga og uppliva ta stóru gleðina at fáa børn. – Jákupsbrævið 1:17.
Hví kunnu vit siga, at Jehova hatar pornografi? Her eru nakrar grundir:
Hann veit, at pornografi kann oyðileggja lívið hjá fólki. – Efesusbrævið 4:17-19.
Hann elskar okkum og vil verja okkum ímóti tí, sum er skaðiligt. – Esaias 48:17, 18.
Hann vil, at hjún og familjur skulu hava tað gott. – Matteus 19:4-6.
Hann vil, at vit skulu vera moralskt rein og respektera rættindini hjá øðrum. – 1. Tessalonikabræv 4:3-6, New World Translation.
Hann vil, at sex skal vera reint og sømiligt. – Hebrearabrævið 13:4.
Hann veit, at pornografi er ónatúrligt, sataniskt og avspeglar ein egoistiskan hugburð til sex. – 1. Mósebók 6:2; Judasarbrævið 6, 7.
NIÐURSTØÐAN: Pornografi oyðileggur vinalagið við Gud. – Rómbrævið 1:24.
Jehova vil so gjarna hjálpa teimum, sum royna at halda uppat at hyggja eftir pornografi. Bíblian sigur: „Miskunnsamur og náðigur er HARRIN, langmóðigur og ríkur í mildleika. Tí Hann veit, hvørjir skapningar vit eru, Hann minnist, at vit eru dust.“ (Sálmur 103:8, 14) Hann vil gjarna fyrigeva teimum, sum eru eyðmjúk, og vísa teimum sína heilt serligu góðvild. Hann vil eisini, at tey skulu fáa hjálp í rættari tíð. – Hebrearabrævið 4:16; sí rammuna „ Bundin av pornografi? Soleiðis sleppur tú vananum“.
Nógv hava tikið ímóti hjálpini frá Gudi. Hvussu hevur tað ávirkað tey? Hygg, hvat Bíblian sigur um nøkur, sum kláraðu at vinna á ringum vanum: „Tit hava latið tykkum tváa, tit eru vorðin halgað, tit eru vorðin rættvísgjørd, við navni Harrans Jesusar og við Anda Guds okkara.“ (1. Korintbræv 6:11) Tey, sum taka ímóti hjálpini frá Gudi, kunnu siga sum Paulus: „Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.“ – Filippibrævið 4:13.
Susan, sum var bundin av pornografi, vann á tí ringa vananum. Hon sigur: „Jehova er tann einasti, sum kann hjálpa tær at koma á rættkjøl aftur. Viss tú biður hann hjálpa tær, kanst tú blíva reinur í hansara eygum. Hann svíkur teg ikki.“