BÍBLIAN BROYTIR LÍV
Mítt lív snúði seg bara um meg
FØDDUR: 1951
HEIMLAND: TÝSKLAND
FORTÍÐ: STOLTUR OG SJÁLVRÁÐIN
BAKGRUND
Tey fyrstu árini av mínum lívi búðu vit tætt við Leipzig í Eysturtýsklandi, ikki langt frá kekkiska og pólska markinum. Tá ið eg var seks ára gamal, hevði arbeiðið hjá pápa mínum við sær, at vit fluttu – fyrst til Brasil og síðani til Ekvador.
Tá ið eg var 14 ára gamal, bleiv eg sendur á kostskúla í Týsklandi. Foreldrini blivu verandi í Suðuramerika, so eg mátti klára meg sjálvan. Av tí sama bleiv eg ógvuliga sjálvráðin. Eg hugsaði lítið um, hvussu tað, sum eg gjørdi, ávirkaði onnur.
Trý ár seinni komu foreldrini aftur til Týsklands, og eg flutti heim til teirra. Men av tí at eg var blivin so sjálvráðin, kláraði eg ikki at búgva saman við teimum longur. Tá ið eg var 18 ár, flutti eg heimanífrá.
Eg hugsaði nógv um meiningina við lívinum og bleiv meira og meira rastleysur. Eftir at eg hevði kannað ymiskar rørslur og ymiskar mátar at liva upp á, var eg sannførdur um, at tað besta, eg kundi gera, var at síggja so nógv sum møguligt av okkara fantastisku jørð, áðrenn menniskju oyðiløgdu hana.
Eg fór úr Týsklandi og setti kós ímóti Afrika á motorsúkklu. Skjótt noyddist eg kortini at fara aftur til Evropa fyri at umvæla motorsúkkluna. Stutt eftir hetta, tá ið eg sat á eini strond í Portugal, gjørdi eg av at sleppa mær av við motorsúkkluna og finna mær ein bát í staðin fyri.
Eg fór at halda saman við nøkrum ungum fólkum, sum ætlaðu sær at sigla tvørtur um Atlantshavið. Soleiðis møtti eg Laurie, sum seinni bleiv kona mín. Fyrst sigldu vit til karibisku oyggjarnar. Og eftir ein stuttan steðg í Puerto Riko fóru vit aftur til Evropa. Tá ið vit vóru komin aftur í øllum góðum, royndu Laurie og eg at finna ein seglbát, sum vit kundu byggja um, so vit kundu búgva í honum. Men vit høvdu bara leitað í einar tríggjar mánaðir, tá ið ætlanirnar knappliga vórðu av ongum. Eg bleiv innkallaður til hertænastu í Týsklandi.
Eg var 15 mánaðir í týska herflotanum. Hetta tíðarskeiðið blivu Laurie og eg gift, og vit løgdu ætlanir um at halda fram við okkara fjakkaralívi. Beint áðrenn eg bleiv innkallaður, høvdu vit keypt ein gamlan bjargingarbát, sum vit bygdu um til ein lítlan seglbát. Vit ætlaðu at búgva umborð og ferðast víða um fyri at síggja okkara vøkru jørð. Tað var beint tá – eftir at eg hevði gjørt hertænastu, men áðrenn báturin var liðugur – at vit komu í samband við Jehova vitni og fóru at kanna Bíbliuna.
BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV
Í fyrstuni helt eg ikki, at tað var neyðugt at broyta nakað serligt í mínum lívi. Laurie og eg vóru longu gift, og eg hevði eisini lagt av at roykja. (Efesusbrævið 5:5) Og eg helt, at tað gav góða meining at brúka lívið upp á at ferðast kring heimin og síggja alt tað fantastiska, sum Gud hevur skapt.
Men í veruleikanum hevði eg nógv at broyta, serliga í mínum verumáta. Eg var so stoltur og sjálvráðin, at eg bara hugsaði um alt tað, sum eg dugdi, og sum eg kláraði. Lívið snúði seg bara um meg.
Ein dagin las eg ta kendu fjallaprædikuna hjá Jesusi. (Matteus, kapitlarnir 5-7) Í fyrstuni helt eg, at tað, Jesus segði um lukku, ljóðaði løgið. Til dømis segði hann, at tey, sum eru svong og tyst, eru lukkulig. (Matteus 5:6) Eg undraðist á, hvussu tað kundi gera ein lukkuligan. Men eg helt fram at kanna Bíbliuna, og so við og við skilti eg, at øll hava ein andaligan tørv, og at vit mugu vera eyðmjúk og viðurkenna tað, áðrenn vit kunnu nøkta tann tørvin. Tað er akkurát, sum Jesus segði: „Lukkulig eru tey, sum ásanna, at tey hava ein andaligan tørv.“ – Matteus 5:3, New World Translation.
Eftir at vit vóru farin at kanna Bíbliuna í Týsklandi, fluttu Laurie og eg til Fraklands og seinni til Italia. Hvar vit so komu, møttu vit Jehova vitnum. Tað imponeraði meg at síggja einleikan millum tey, og hvussu góð tey vóru við hvønn annan. Eg skilti, at tey veruliga eru ein heimsumfatandi familja. (Jóhannes 13:34, 35) Sum frá leið, blivu Laurie og eg doypt sum Jehova vitni.
Eftir dópin helt eg fram at broyta meg. Laurie og eg høvdu sett okkum fyri at sigla fram við afrikansku strondini og síðani tvørtur um Atlantshavið til USA. Tað var har úti á víðum havi, í okkara lítla báti, at tað gekk upp fyri mær, hvussu lítil eg var samanborið við okkara stóra skapara. Úti á opnum havi var ikki so nógv at gera, so eg setti mær fyri at fordjúpa meg í Bíbliuni. Tað hugtók meg serliga at lesa um lívið hjá Jesusi. Hann var ein fullkomin maður við førleikum, sum eg ongantíð fór at koma í nærheitina av, men hann gjørdi ongantíð nakað fyri at fáa uppmerksemi. Hansara lív snúði seg ikki um hann, men um faðir hansara í himli.
Eg skilti, at eg var noyddur at seta Guds ríki fyrst í mínum lívi
Eftir at eg hevði hugsað um, hvussu Jesus var, skilti eg, at eg var noyddur at seta Guds ríki fyrst í mínum lívi og ikki bara kroysta tað inn ímillum alt hitt, sum eg hevði hug at gera. (Matteus 6:33) Tá ið Laurie og eg at enda komu í land í USA, gjørdu vit av at búseta okkum har og fokusera upp á at tæna Gudi.
HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?
Fyrr, tá ið eg bara hugsaði um meg sjálvan, var eg ofta ósikkur um tær avgerðirnar, eg tók. Men nú veit eg, hvar eg finni álítandi vísdóm, sum kann hjálpa mær í mínum lívi. (Esaias 48:17, 18) Eg havi eisini funnið eina meining við lívinum, sum eg ikki hevði fyrr – at tæna Gudi og læra onnur um hann.
Hjúnalagið hjá Laurie og mær er blivið nógv betri, nú vit hava lært at fylgja meginreglunum í Bíbliuni. Vit hava eisini fingið eina deiliga dóttur, sum elskar Jehova.
Tað skal sigast, at okkara lív viðhvørt hevur verið sum at sigla í tungum sjógvi. Men vit hava sett okkum fyri altíð at tæna Jehova og líta á hann. Og vit vita, at vit klára tað við hansara hjálp. – Orðtøkini 3:5, 6.