Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

HØVUÐSEVNI | BÍBLIAN HEVUR YVIRLIVAÐ ALLAR HÓTTANIR

Bíblian hevur yvirlivað mótstøðu

Bíblian hevur yvirlivað mótstøðu

HÓTTANIN: Nógvir politiskir og átrúnaðarligir leiðarar hava gjørt nógv, sum Bíblian fordømir. Ofta brúktu teir sín myndugleika til at forða fólki í at eiga, framleiða og umseta Bíbliuna. Her eru tvey dømi:

  • Umleið 167 f.o.t.: Seleukidiski kongurin Antiokus Epifanes royndi at tvinga jødar at taka við grikskum átrúnaði. Av tí sama gav hann boð um, at øll eintøk av Hebraisku skriftunum skuldu fyribeinast. Ein søgufrøðingur hevur sagt, at embætismenninir hjá konginum beindu fyri øllum eintøkum av Hebraisku skriftunum, sum teir funnu, og teir drupu tey, sum gjarna vildu lesa í Skriftunum.

  • Miðøldin: Nakrir katólskir leiðarar vórðu illir, tí nøkur vanlig fólk fóru at undirvísa í tí, sum Bíblian segði, heldur enn í tí, sum katólska kirkjan lærdi. Viss onkur átti nakað annað úr Bíbliuni enn Sálmarnar á latínskum, var hann mettur sum svíkjari. Á einum kirkjufundi bóðu nakrir átrúnaðarligir leiðarar menn fara at leita gjølla í øllum húsum og fjaldum rúmum undir jørð, har teir hildu, at fólk kanska krógvaðu partar av Bíbliuni. Funnu teir nakað, skuldu húsini fyribeinast.

Um tað hevði eydnast at beina fyri Bíbliuni, hevði boðskapurin eisini verið burtur.

Hóast William Tyndale bleiv dripin, og eintøk av Bíbliuni, sum hann umsetti til enskt, vórðu bannað og brend, er hon til enn

HVUSSU HEVUR BÍBLIAN YVIRLIVAÐ? Antiokus kongur royndi at beina fyri øllum eintøkum av Skriftunum í Ísrael, men nógvir jødar búðu ikki í Ísrael um tað mundið. Serfrøðingar siga, at meir enn helvtin av øllum jødum búði uttan fyri Ísrael um ta tíðina, tá ið Jesus livdi á jørðini. Jødarnir høvdu eintøk av Skriftunum liggjandi í sýnagogunum, og seinni fóru kristin eisini at brúka tey eintøkini. – Ápostlasøgan 15:21.

Í miðøldini hildu fólk, sum vóru góð við Bíbliuna, fram at umseta og skriva hana av, sjálvt um myndugleikarnir og átrúnaðarligir leiðarar forfylgdu teimum. Áðrenn menn fóru at prenta Bíbliuna fyri meira enn 500 árum síðani, var hon longu skrivað av og umsett til meira enn 33 mál. Aftan á tað bleiv Bíblian umsett og framleidd skjótari enn nakrantíð.

ÚRSLITIÐ: Sjálvt um kongar og átrúnaðarligir leiðarar hava roynt at beina fyri Bíbliuni, ber tað kortini til at lesa í henni allastaðni í heiminum í dag. Og hon er umsett til fleiri mál enn nøkur onnur bók í søguni. Bíblian hevur ávirkað lógirnar og málini í fleiri londum, og hon hevur broytt lívið hjá milliónatals fólkum.