HØVUÐSEVNI | FÁ MEIRA BURTUR ÚR AT LESA Í BÍBLIUNI
Hví lesa í Bíbliuni?
„Eg helt, tað var ringt at skilja Bíbliuna.“ – Jovy
„Eg hugsaði, at tað var keðiligt at lesa í Bíbliuni.“ – Queennie
„Eg tímdi ikki at lesa í Bíbliuni, tí hon er so tjúkk.“ – Ezekiel
Hevur tú hugsað um at lesa í Bíbliuni, men ikki gjørt tað, tí tú hevði tað sum fólkini omanfyri? Nógv missa mótið bara við tankan um tað. Men hvat um tú fanst út av, at tú bleivst glaðari og fekst eitt betri lív av at lesa í Bíbliuni? Og hvat um tú kundi gjørt tað ordiliga spennandi, hevði tú so tímað?
Her eru nøkur dømi um, hvussu tað hevur gagnað øðrum at lesa í Bíbliuni.
Ezekiel, sum er fyrst í tjúgunum, sigur: „Fyrr í tíðini var eg sum ein, ið koyrir uttan at vita, hvar hann ætlar sær. Men nú, tá ið eg eri farin at lesa í Bíbliuni, hevur lívið fingið meining. Hon gevur mær ráð, sum eg kann brúka hvønn einasta dag.“
Frieda, sum eisini er í tjúgunum, sigur: „Eg hevði stutt fjús, men tá ið eg fór at lesa í Bíbliuni, fekk eg betri tamarhald á mínum kenslum. Eg havi fingið fleiri vinir, tí nú eri eg nógv nemmari at vera saman við.“
Ein kona í hálvtrýssunum, sum eitur Eunice, sigur um Bíbliuna: „Hon hevur hjálpt mær at sleppa av við mínar ringu vanar og at blíva eitt betri menniskja.“
Eins og milliónatals onnur kanst tú fáa eitt betri lív við at lesa í Bíbliuni. (Esaias 48:17, 18) Tað kann millum annað hjálpa tær (1) at taka góðar avgerðir, (2) at fáa góðar vinir, (3) at takkla stress og (4) at finna út av, hvat sannleikin er um Gud. Ráðini í Bíbliuni eru frá Gudi, og tí er tað ongantíð býtt at fylgja teimum. Gud gevur bara góð ráð.
Tað kann vera ringt at koma í gongd. Men hvat kann hjálpa tær, og hvussu kann tað blíva meira spennandi at lesa í Bíbliuni?