Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

HØVUÐSEVNI | FÁ MEIRA BURTUR ÚR AT LESA Í BÍBLIUNI

Hvussu verður tað spennandi?

Hvussu verður tað spennandi?

Heldur tú, at tað er keðiligt ella spennandi at lesa í Bíbliuni? Tað veldst í stóran mun um, hvussu tú lesur. Her eru nøkur uppskot, sum kunnu gera tað meira spennandi hjá tær.

Vel eina álítandi og nútímans umseting. Tað er helst ikki so spennandi at lesa ein tekst við nógvum ringum orðum, sum tú ikki skilur. Royn tí at finna eina bíbliuumseting, sum hevur eitt lætt mál, og sum talar til tín. Men ansa samstundis eftir, at tað er ein neyv og álítandi umseting. *

Brúka nútímans tøkni. Í dag fæst Bíblian ikki bara á prenti, men eisini í elektroniskum formi. Summar bíbliur kunnu lesast á netinum ella takast niður á telduna, teldilin ella telefonina. Í nøkrum útgávum eru funkur, sum gera tað lætt at finna onnur bíbliuørindi um sama evni ella at samanbera ymiskar bíbliuumsetingar. Viss tær dámar betur at lurta enn at lesa, so fæst Bíblian eisini sum ljóðupptøka á nógvum málum. Nógvum dámar væl at lurta eftir upptøkum, meðan tey ferðast, gera húsligt arbeiði ella okkurt annað. Hvat hevði riggað hjá tær?

Brúka ymisk hjálparamboð. Bíbliulestraramboð kunnu hjálpa tær at fáa meira burtur úr bíbliulesingini. Til dømis eru landkort, sum vísa, hvar ymiskar hendingar í Bíbliuni fóru fram, og tað kann hjálpa tær at skilja eina frásøgu betur. Á heimasíðuni jw.org, undir „Bíblian og tú“, eru greinar, sum kunnu hjálpa tær at skilja Bíbliuna.

Royn ymiskar mátar. Tað verður stuttligari at lesa í Bíbliuni, tá ið tú byrjar við onkrum, sum tú heldur vera spennandi. Tú kanst til dømis byrja við at lesa frásøgur um tey mest kendu fólkini í Bíbliuni. Eitt dømi um, hvussu tú kanst gera, er at finna í yvirlitinum „ Lær persónarnar í Bíbliuni at kenna“. Tað kann eisini vera, at tú hevur hug at lesa Bíbliuna í evnum ella í tí raðfylgjuni, sum hendingarnar fóru fram. Hví ikki royna okkurt av hesum?

^ stk. 4 Nógv halda, at New World Translation of the Holy Scriptures er ein neyv og álítandi umseting, og at hon er løtt at lesa. Jehova vitni hava givið hana út, og hon fæst á meira enn 130 málum. Tú kanst taka eitt eintak niður á heimasíðuni jw.org ella finna hana í appini JW Library. Tað ber eisini til at fáa eina prentaða útgávu frá einum Jehova vitni.