BÍBLIAN BROYTIR LÍV
Eg elskaði baseball meira enn nakað annað
FØDDUR: 1928
HEIMLAND: KOSTA RIKA
FORTÍÐ: EG HUGSAÐI BARA UM ÍTRÓTT OG UM AT SPÆLA UM PENGAR
BAKGRUND
Eg vaks upp í einum býi á eysturstrondini í Kosta Rika. Foreldrini hjá mær fingu átta børn, og eg var nummar sjey. Pápi mín doyði, tá ið eg var átta ára gamal. So mamma var einsamøll um at taka sær av okkum børnum.
Mær hevur altíð dámt væl baseball, og eg byrjaði at spæla longu sum smádrongur. Tá ið eg bleiv tannáringur, fór eg at spæla við einum liði í amatørdeildini. Nøkur ár seinni bleiv eg spurdur, um eg vildi spæla við á einum professionellum liði í Nikaragua. Men eg føldi ikki, at eg kundi siga ja, tí mamma hevði so ringa heilsu akkurát tá, og eg mátti taka mær av henni. Seinni fekk eg eitt tilboð um at spæla á landsliðinum í Kosta Rika saman við útvaldum spælarum úr amatørdeildini. Og hesa ferð segði eg ja. Eg spældi á landsliðinum frá 1949 til 1952. Vit spældu fleiri dystir í Kuba, Meksiko og Nikaragua. Eg kláraði meg væl á liðinum. Einaferð spældi eg 17 dystir á rað uttan at gera eitt einasta mistak. Eg elskaði at hoyra fjøldina rópa navnið hjá mær.
Tíverri livdi eg ikki eitt serliga pent lív. Sjálvt um eg hevði eina damu, fór eg í song við fleiri øðrum gentum. Eg drakk eisini illa. Einaferð hevði eg verið so fullur, at næsta morgun, tá ið eg vaknaði, visti eg ikki, hvussu eg var komin heim. Og eitt annað, sum eg eisini gjørdi ofta, var at spæla um pengar.
Meðan eg livdi upp á henda mátan, bleiv mamma Jehova vitni. Hon royndi at fortelja mær um sína trúgv, men eg lurtaði ikki, tí eg hugsaði bara um baseball. Tað var so galið, at eg viðhvørt gloymdi at eta. Eg hevði bara eitt í høvdinum – eg elskaði baseball meira enn nakað annað.
Sum 29 ára gamal fekk eg ein skaða, tá ið eg royndi at lofta einum bólti í einum dysti. Eg kom fyri meg aftur, men gavst at spæla professionellan baseball. Eg helt kortini fram sum venjari í amatørdeildini.
BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV
Í 1957 høvdu Jehova vitni eina stevnu á einum stadion, sum eg hevði spælt á. Eg segði ja til at fara við. Meðan eg sat har millum áskoðararnar, legði eg merki til, hvussu øðrvísi Jehova vitni vóru í mun til tey, sum hugdu at baseball. Tað gjørdi so stórt inntrykk upp á meg, at eg fekk hug at kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum og at ganga á møti hjá teimum.
Mær dámdi so væl tað, sum eg lærdi um Bíbliuna. Eg helt til dømis, at tað var áhugavert, at eitt, sum skuldi eyðkenna teir síðstu dagarnar, var, at lærisveinarnir hjá Jesusi skuldu boða um Guds ríki í øllum heiminum. (Matteus 24:14) Eg fann eisini út av, at kristin ikki skulu royna at tjena pengar upp á at tæna Gudi. Jesus segði nemliga: „Tit hava fingið tað fyri einki, og tit skulu lata tað fyri einki.“ – Matteus 10:8.
Eg samanbar tað, sum eg las í Bíbliuni, við, hvussu Jehova vitni vóru. Eg helt, tað var so flott, at tey løgdu so nógva orku í at boða tey góðu tíðindini um Guds ríki um allan heimin. Eg sá eisini, at tey vóru gávumild, sum Jesus hevði sagt, at hansara lærisveinar skuldu vera. Tá ið eg las Markus 10:21, fekk eg hug at blíva Jehova vitni. Har sigur Jesus: „Kom … og fylg Mær!“
Tað tók mær eina løtu at gera tær neyðugu broytingarnar. Í nógv ár hevði eg til dømis spælt við í einum kendum eydnuspæli hvørja viku við tí sama talinum – mínum eydnutali. Men eg fann út av, at Gud ikki vil hava, at mann tænir eydnugudinnuni ella er grammur eftir pengum. (Esaias 65:11, Dahl/Viderø; Kolossebrævið 3:5) Tí setti eg mær fyri at halda uppat at spæla um pengar. Og fyrsta sunnudagin eftir at eg gavst, bleiv eydnutalið hjá mær drigið. Fólk flentu at mær, tí eg ikki spældi ta vikuna og royndu at fáa meg at byrja aftur. Men eg kláraði at standa ímóti, og eg spældi ongantíð aftur.
Í 1958 bleiv eg doyptur á einari stevnu hjá Jehova vitnum. Longu sama dag var eg úti fyri einari freisting. (Efesusbrævið 4:24) Tá ið eg kom aftur á hotellið tað kvøldið, stóð ein fyrrverandi dama hjá mær uttan fyri kamarið og bíðaði eftir mær. Hon segði: „Kom Sammy, skulu vit bæði ikki hugna okkum eitt sindur saman í kvøld?“ Men eg segði beinanvegin nei og minti hana á, at eg var farin at fylgja tí, sum Bíblian sigur um sex og hjúnaband. (1. Korintbræv 6:18) „Tað meinar tú ikki,“ brast úr henni. Hon gjørdi gjøldur burtur úr moralnormunum í Bíbliuni og helt, at vit skuldu byrja at ganga saman aftur. Men eg fór bara inn á kamarið og stongdi hurðina. Og eg havi verið trúfastur móti Jehova líka síðani.
HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?
Eg havi fingið so nógv gott burtur úr at fylgja ráðunum í Bíbliuni, at eg kundi skrivað eina heila bók um tað. Eg havi fingið nógvar góðar vinir og eitt innihaldsríkt og lukkuligt lív.
Mær dámar enn væl baseball, men tað hevur ikki líka stóran týdning fyri meg longur. Tá ið eg spældi baseball, bleiv eg kendur og tjenti nógvar pengar, men sovorðið hevur ongan týdning í longdini. Vinalagið við Jehova og vinirnar í samkomuni fer hinvegin at vara í allar ævir. Bíblian sigur: „Heimurin forgongur, og lystur hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.“ (1. Jóhannesarbræv 2:17) Nú elski eg Jehova og hansara fólk meira enn nakað annað!