BÍBLIAN BROYTIR LÍV
Í mínari verð var Gud ikki til
FØDDUR: 1974
HEIMLAND: EYSTURTÝSKLAND (DDR)
FORTÍÐ: ATEISTUR
BAKGRUND
Eg varð føddur í einari bygd í Sachsen, sum liggur í fyrrverandi Eysturtýsklandi. Eg eri uppvaksin í einum góðum heimi við kerligum foreldrum, sum lærdu meg góðan moral. Eysturtýskland var ein kommunistiskur statur, so átrúnaður hevði ongan týdning fyri tey flestu, sum búðu í Sachsen. Og í mínari verð var Gud ikki til. Tvær ideologiir ávirkaðu tey fyrstu 18 árini av mínum lívi, tað var ateisma og kommunisma.
Hví talaði kommunisman til mín? Mær dámdi væl tankan um, at øll menniskju eru líka nógv verd. Eg helt, tað var gott við rættvísum býti av ognum, tí tað hevði forðað fyri tí ógvisliga muninum á ríkum og fátækum. Tí fór eg upp í ein kommunistiskan ungdómsfelagsskap. Tá ið eg var 14 ára gamal, brúkti eg nógva tíð upp á eina umhvørvisverkætlan, har vit gjørdu endurnýtlsupappír. Myndugleikarnir í býnum Aue vóru so takksamir fyri tað, sum eg gjørdi, at teir góvu mær eina virðisløn. Sjálvt um eg ikki var so gamal, kom eg at kenna nakrar topppolitikarar í Eysturtýsklandi. Eg føldi, at eg stríddist fyri tí rætta, og at framtíðin var bjørt.
Men knappliga fór alt, sum eg trúði upp á, í sor. Í 1989 fall Berlinmúrurin, og harvið eisini kommunisman í Eysturevropa. Eg fekk ein skelk fyri og annan eftir. Eg fann út av, at nógv órættvísi var farið fram í Eysturtýsklandi. Til dømis blivu fólk, sum ikki stuðlaðu kommunismuni, viðfarin sum annanfloksborgarar. Hvussu bar tað til? Hildu vit kommunistar ikki, at øll fólk vóru líka? Var kommunisman slett ikki tað, sum vit trúðu? Eg visti hvørki út ella inn.
Eg fór at ganga upp í nakað annað, og tað var tónleikur og list. Av tí at eg slapp inn á ein tónlistarskúla og hevði góðar møguleikar at halda fram á fróðskaparsetrinum, droymdi eg um at blíva listafólk og tónleikari. Haraftrat blakaði eg tey moralsku virðini, sum foreldrini høvdu lært meg, fyri borð. Nú handlaði alt bara um at hava tað stuttligt, sum millum annað merkti at ganga saman við fleiri gentum í senn. Men hvørki tónleikur, list ella seksuelt frælsi gav mær frið í sinnið. Tað sást aftur í málningunum hjá mær, at eg var dapur í huga. Hvat skuldi alt enda við? Og hvat var meiningin við lívinum?
At enda fann eg svarini, sum eg hevði leitað eftir, men tey komu óvart á meg. Eg og nakrir aðrir næmingar á tónlistarskúlanum sótu eitt kvøldið og tosaðu um framtíðina. Ein av næmingunum var Mandy *, sum var Jehova vitni. Tað kvøldið gav hon mær eini góð ráð. Hon segði: „Andreas, viss tú gjarna vilt hava svar upp á tínar spurningar um lívið og framtíðina, mást tú fara at kanna Bíbliuna.“
Eg var bæði skeptiskur og forvitin, men forvitnið vann. Mandy bað meg lesa Dániel kapittul 2, og tað, sum eg las har, tók meg á bóli. Henda profetiin lýsir eina røð av heimsveldum, ella stjórnum, sum skuldu hava stóra ávirkan heilt fram til okkara tíð. Mandy vísti mær eisini aðrar profetiir í Bíbliuni um framtíðina. Nú fekk eg endiliga svar upp á mínar spurningar. Men hvør hevði skrivað hasar profetiirnar, og hvør kundi spáa so neyvt um framtíðina? Mundi Gud kortini vera til?
BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV
Mandy setti meg í samband við hjúnini Horst og Angeliku, sum vóru Jehova vitni, og tey hjálptu mær at skilja Guds orð betur. Tað vardi ikki leingi, áðrenn eg skilti, at Jehova vitni eru tað einasta trúarsamfelagið, sum konsekvent brúkar Guds navn, Jehova *, og fortelur øðrum um tað. (Sálmur 83:19; Matteus 6:9) Eg lærdi, at Jehova Gud gevur okkum menniskjum vón um ævigt lív í einum paradísi á jørðini. Í Matteus 5:5 stendur: „Sæl eru hini spakføru; tí tey skulu arva jørðina.“ Mær dámdi væl, at hetta lyftið er galdandi fyri øll, sum royna at liva upp til Guds normar í Bíbliuni.
Men tað var eitt stríð at broyta mítt lív, so tað samsvaraði við tað, sum Bíblian lærir. Av tí at tað hevði gingist mær væl sum tónleikari og listamaður, var eg blivin stoltur, og tí mátti eg læra at blíva meira eyðmjúkur. Og tað var ikki lætt hjá mær at fylgja tí, sum Bíblian sigur um kynsligan moral. Eg eri so takksamur fyri, at Jehova er so tolin, miskunnsamur og so fúsur at fyrigeva teimum, sum royna at gera sítt besta fyri at fylgja tí, sum Bíblian lærir.
Kommunisma og ateisma høvdu stóra ávirkan á mítt lív tey fyrstu 18 árini. Men síðani tá er tað Bíblian, sum hevur formað meg. Nú stúri eg ikki longur fyri framtíðini, og eg havi funnið meiningina við lívinum. Í 1993 bleiv eg doyptur sum eitt Jehova vitni, og í 2000 bleiv eg giftur við Tabithu, sum eisini var Jehova vitni. Vit brúka so nógva tíð sum møguligt til at læra onnur um Bíbliuna. Nógv av teimum, vit hitta, hava eina kommunistiska og ateistiska bakgrund akkurát sum eg. Tað er so gevandi at kunna hjálpa øðrum at læra Jehova at kenna.
HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?
Foreldrini vórðu skelkaði, tá ið eg fór at lesa Bíbliuna saman við Jehova vitnum. Men við tíðini sóu tey, at tað hevði góða ávirkan á meg og mítt lív. Nú eru tey sjálvi farin at kanna Bíbliuna og at ganga á møti hjá Jehova vitnum. Og tað eri eg so glaður fyri.
Tabitha og eg royna at fylgja ráðunum, sum Bíblian gevur hjúnum, og tí hava vit tað so gott saman. Til dømis hevur tað styrkt okkara hjúnaband, at vit taka ráðini, hon gevur um trúskap í hjúnabandinum, í álvara. – Hebrearabrævið 13:4.
Eg havi fingið frið í sinnið og stúri ikki longur fyri framtíðini. Nú hoyri eg til eina heimsumfatandi andaliga familju, har einleiki og friður ræður. Øll í familjuni eru líka nógv verd. Endiliga havi eg fingið tað, sum eg altíð havi ynskt mær.