Job vildi ikki lurta eftir skeivari hugsan
Satan brúkar lygnir fyri at fáa okkum, sum tæna Jehova í dag, at missa mótið. Í Jobs bók síggja vit stóra munin millum lygnirnar hjá Satani og sannleikan um Jehova. Skriva nøkur skriftstøð aftrat á reglurnar niðanfyri, sum vissa teg um, at Jehova hevur umsorgan fyri tær.
LYGNIR HJÁ SATANI |
SANNLEIKIN UM JEHOVA |
---|---|
Gud er so krevjandi, at einki, sum hansara tænarar gera, er nóg gott. Einki av tí, sum hann hevur skapt, kann gleða hann (Job 4:18; 25:5) |
Jehova virðismetir, at vit gera okkara besta (Job 36:5) |
Menniskju eru nyttuleys í Guds eygum (Job 22:2) |
Jehova góðkennir og vælsignar okkara trúfastu tænastu (Job 33:26; 36:11) |
Gud leggur ikki í, um tú ert rættvísur (Job 22:3) |
Jehova ansar eftir øllum, sum eru rættvís (Job 36:7) |