Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

Innbjóðingarátak til økisstevnuna

Innbjóðingarátak til økisstevnuna

Á hvørjum ári gleða vit okkum til økisstevnuna, sum er ein andalig veitsla. Tí vilja vit bjóða so nógvum sum gjørligt at koma á stevnuna saman við okkum. (Sl 34:9) Elstaráðið ger av, hvussu vit brúka innbjóðingina á bestan hátt.

MINST TIL

  • Nær skal eg á stevnu?

  • Nær byrjar átakið her hjá okkum?

  • Nær eru boðanarmøtini?

  • Hvørji mál havi eg í átakinum?

  • Hvørjum ætli eg mær at bjóða?

HVAT KANST TÚ SIGA?

Tá ið tú hevur heilsað upp á tann vitjaða, kanst tú siga:

„Her er ein innbjóðing til eina spennandi stevnu. Hon verður býtt út um allan heimin. Á innbjóðingini sært tú, nær og hvar stevnan verður. Tú ert hjartaliga vælkomin.“

HVUSSU KANST TÚ VAKSA UM ÁHUGAN?

Hóast vit fegin vilja bjóða so nógvum sum gjørligt at koma á stevnuna, mugu vit samstundis geva okkum stundir at tosa við tey, sum vísa áhuga.

Í vikuskiftinum kanst tú bjóða blaðið saman við innbjóðingini.