LÍVIÐ SUM KRISTIN
Hvat skalt tú minnast á stevnuni?
Vit elska Jehova og okkara næsta, og tað eigur at speglast í okkara gerðum, eisini tá ið vit eru á stevnu. (Mt 22:37-39) Fyrra Korintbræv 13:4-8 lýsir kærleika í verki soleiðis: „Kærleikin er langmóðigur, er mildur; ... hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg... . Kærleikin fellur aldri burtur.“ Hygg at filminum Hvad skal du huske til stævnet? og hugsa um, hvussu tú kanst vísa øðrum kærleika á stevnuni.
HVUSSU KUNNU VIT VÍSA KÆRLEIKA ...
-
tá ið vit goyma pláss?
-
tá ið tónleikurin er um at byrja?
-
har vit búgva í stevnubýnum?
-
við at melda okkum til sjálvbodna tænastu?