Ein systir verður bjóðað vælkomin aftur í ríkissalin

OKKARA KRISTNA LÍV OG TÆNASTA – ARBEIÐSHEFTI Apríl 2017

Framløguuppskot

Framløguuppskot til blaðið Vågn op! og til ein bíbilskan sannleika um Guds ríki. Nýt dømini til at gera tínar egnu framløgur.

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

Lat Jehova forma tínar tankar og gerðir

Stóri leirkerasmiðurin formar okkum andaliga, men vit mugu eisini gera okkara part.

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Bjóða teimum hjartaliga vælkomnum

Øll, sum koma á okkara møti, eiga at síggja og uppliva kristnan kærleika í verki. Hvat kanst tú gera, so huglagið verður gott í ríkissalinum?

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

Hevur tú „hjarta til at kenna“ Jehova?

Í Jeremias kapittul 24 samanbar Jehova Gud fólk við fikur. Hvørji vóru sum góðar fikur, og hvussu kunnu vit taka eftir teimum?

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Tú kanst hjálpa einum, sum er óvirkin

Jehova Gud er framvegis góður við tey, sum eru óvirkin. Hvussu kanst tú hjálpa teimum at koma aftur til samkomuna?

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

Ver djarvur líkasum Jeremias

Jeremias profeteraði, at Jerusalem skuldi leggjast í oyði. Hvussu megnaði hann tað?

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Ríkisins sangir geva okkum dirvi

Kristin í fangaleguni í Sachsenhausen fingu styrki, tá ið tey sungu ríkisins sangir. Sangirnir kunnu eisini styrkja okkum, tá ið vit eru fyri royndum.

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

Jehova boðaði frá nýggja sáttmálanum

Hvussu er nýggi sáttmálin øðrvísi enn lógarsáttmálin, og á hvønn hátt eru signingarnar, sum nýggi sáttmálin gevur, ævigar?