LÍVIÐ SUM KRISTIN
Bjóða teimum hjartaliga vælkomnum
Hvørjum skulu vit bjóða vælkomnum? Øllum, sum koma á okkara møti – líka frá teimum, sum koma fyrstu ferð, til góðar vinir, sum vitja samkomuna. (Róm 15:7; Heb 13:2) Tað kundi verið ein trúarfelagi úr einum øðrum landi ella ein óvirkin, sum ikki hevur verið á møti í fleiri ár. Ímynda tær, hvussu tú hevði havt tað, um tað var tú. Hevði tú ikki verið glaður, um fólk bjóðaðu tær vælkomnum? (Mt 7:12) Hví ikki royna at heilsa upp á enn fleiri fólk áðrenn og aftan á møtið? Soleiðis verður huglagið gott, og tað ærir Jehova. (Mt 5:16) Tað ber allarhelst ikki til at tosa við øll, sum eru á møti, men gera vit okkara besta, kunnu øll kenna seg vælkomin. *
Vit eru altíð gestablíð, ikki bara tá ið okkurt serligt er, eitt nú minningarhøgtíð. Tá ið tey nýggju síggja og uppliva, hvussu kristin kærleiki virkar í verki, fáa tey kanska hug at prísa Gudi og tilbiðja hann saman við okkum. – Jóh 13:35.
^ par. 3 Tey, sum eru útihýst ella hava kvett sambandið við samkomuna, koma møguliga á møti, men bíbilskar meginreglur avmarka okkara samband við tey. – 1Kor 5:11; 2Jóh 10.