Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hvussu fert tú at fyrireika teg til minningarhøgtíðina?

Hvussu fert tú at fyrireika teg til minningarhøgtíðina?

Frá og við í ár fáa vit meira tíð at fyrireika okkum til høgtíðina til minnis um deyða Jesusar. Tá ið minningarhøgtíðin fellur á ein gerandisdag, er einki møti mitt í viku. Fellur minningarhøgtíðin á eitt vikuskifti, verður eingin almennur fyrilestur og Vakttornslestur. Fert tú at brúka hesa eyka tíðina væl? Júst sum í fyrstu øld er ymiskt praktiskt, sum skal gerast í sambandi við hetta serliga kvøldið. (Luk 22:7-13; km 3/15 1) Men vit eiga eisini øll at fyrireika okkara hjarta. Hvussu gera vit tað?

  • Hugsa um, hvussu stóran týdning tað hevur at vera til staðar. – 1Kor 11:23-26

  • Bið til Jehova og hugsa um títt persónliga samband við hann. – 1Kor 11:27-29; 2Kor 13:5

  • Les um, hvønn týdning minningarhøgtíðin hevur, og grunda um tað. – Jóh 3:16; 15:13

Summir boðarar fyrireika seg til minningarhøgtíðina við at brúka bíbliulesiætlanina, sum er í Undersøg Skrifterne hver dag. Onnur lesa bíbliuørindini, sum standa í yvirlitinum, ið hoyrir til hesa greinina. Og uppaftur onnur lesa greinar í Vagttårnet um minningarhøgtíðina og kærleikan, sum Jehova og Jesus hava víst okkum. Uttan mun til hvat av hesum tú velur at lesa, fer tað óivað at knýta teg nærri at Jehova og soni hansara.