Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hvat hevur størstan týdning fyri meg?

Hvat hevur størstan týdning fyri meg?

Jákup bardist við ein eingil fyri at fáa nakað, sum hevði stóran týdning – signing Jehova. (1Mós 32:24-31; Hos 12:4, 5) Hvussu við okkum? Vilja vit gera alt, vit eru ment, fyri at akta Jehova og fáa hansara signing? Um okkara arbeiði til dømis kemur upp á tvørs av einum møti, hvat gera vit so? Tá ið vit geva Jehova tað besta av okkara tíð, orku og evnum, fer hann at lata ’signingar í yvirflóð streyma niður yvir okkum’. (Mal 3:10) Hann fer at verja okkum, leiðbeina okkum og taka sær av okkum. – Mt 6:33; Heb 13:5.

HYGG AT FILMINUM BLIV VED MED AT FOKUSERE PÅ ÅNDELIGE MÅL, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvussu bleiv systirin roynd av nøkrum, henni dámdi væl?

  • Hvussu kundi okkara arbeiði blivið ein roynd?

  • Hví mátti Timoteus halda fram at seta sær mál, hóast hann var blivin andaliga búgvin? – 1Tim 4:16

  • Hvat hevur størstan týdning í tínum lívi?

    Hvussu vísa vit, hvat fyri arbeiði vit seta fremst?