Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | 1. MÓSEBÓK 32-33

Stríðist tú fyri at fáa eina signing?

Stríðist tú fyri at fáa eina signing?

32:24-28

Um vit vilja, at Jehova skal signa okkum, mugu vit tryggja okkum, at vit gera alt fyri at seta Guds ríki fremst. (1Kor 9:26, 27) Tá ið vit tæna Jehova, eiga vit at hava sama hugburð, sum Jákup hevði, tá ið hann stríddist við eingilin. Vit vísa, at vit veruliga stríðast fyri at fáa eina signing frá Jehova við at ...

  • fyrireika okkum væl til møtini

  • vera regluliga við í boðanini

  • gera okkara besta fyri at hjálpa øðrum í samkomuni

Uttan mun til hvussu torførar tínar umstøður eru, mást tú blíva við at biðja Jehova hjálpa tær og signa, at tú gert alt, tú ert mentur, fyri at tæna honum.

SPYR TEG SJÁLVAN: ’Á hvørjum økjum kann eg gera mær størri ómak fyri at fáa eina signing frá Jehova?’