Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

„Fáið burtur teir fremmandu gudarnar“

„Fáið burtur teir fremmandu gudarnar“

Hóast Jehova enn ikki hevði bannað avgudadyrkan við lóg, skilti Jákup, at Jehova var tann einasti, sum hevði uppiborið at verða tilbiðin. (2Mós 20:3-5) Tá ið Jehova bað hann um at venda aftur til Betel, segði Jákup tí við øll, sum vóru hjá honum, at tey skuldu sleppa sær av við sínar avgudar. Jákup beindi síðani avgudarnar burtur, eisini oyraringarnar, sum kanska vórðu brúktir sum amulettir. (1Mós 35:1-4) Vit kunnu vera vís í, at Jehova dámdi tað, sum Jákup gjørdi.

Hvussu kunnu vit vísa, at vit bara vilja tilbiðja Jehova? Vit mugu sleppa okkum undan øllum, sum hevur við avgudadyrkan ella okkultismu at gera. Tað fevnir millum annað um at tveita burtur alt, sum hevur við tað okkulta at gera, og ansa væl eftir, hvat vit hava til undirhald. Spyr teg sjálvan: ’Dámar mær væl bøkur ella filmar um vampýrar, sombiar ella tað yvirnatúrliga? Lýsir nakað av mínum undirhaldi gand og annað okkult sum óskyldigt skemt?’ Vit skulu halda okkum langt burtur frá øllum, sum Jehova hatar. – Slm 97:10.

HYGG AT FILMINUM „AFVIS DJÆVELEN“, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvønn trupulleika fekk bíbliulestrarnæmingurin, Palesa?

  • Hví er tað gott at biðja teir elstu um hjálp, tá ið ein hevur trupulleikar av okkultismu?

  • Statt Djevulinum ímóti, og kom nær til Gud. – Ják 4:7, 8

    Hvat mugu tey, sum vilja verða vard av Jehova, sleppa sær av við?

  • Hvat gjørdi Palesa?

  • Hvat kanst tú gera fyri ikki at blíva ávirkaður av illum andum, har sum tú býrt?