Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | SÁLMARNIR 87-91

Verð verandi í lívd hins Hægsta

Verð verandi í lívd hins Hægsta

Lívd Jehova veitir andaliga trygd

91:1, 2, 9-14

  • Skulu vit sleppa at búgva í lívd Jehova í dag, mugu vit víga okkum til hansara og lata okkum doypa

  • Tey, sum ikki líta á Gud, kenna ikki hesa lívdina

  • Eru vit í lívd Jehova, kann einki menniskja ella nakað annað hótta okkara trúgv á hann ella okkara kærleika til hansara

„Fuglamaðurin“ roynir at fáa okkum í eina snerru

91:3

  • Fuglar eru varnir og ringir at fanga

  • Fuglaveiðimenn kanna vanarnar hjá fuglum gjølla og hugsa um, hvussu teir kunnu fanga teir

  • Satan, sum er „fuglamaðurin“, kannar vanarnar hjá tænarum Jehova og setur snerrur upp fyri at spilla teirra andaliga lív

Fýra deyðiligar snerrur, sum Satan brúkar:

  • Mannaótti

  • Materialisma

  • Skaðiligt undirhald

  • Persónligar ósemjur