Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Hjálp tínum næmingi fram til vígslu og dóp

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Hjálp tínum næmingi fram til vígslu og dóp

HVÍ ER TAÐ UMRÁÐANDI? Skulu bíbliulestrarnæmingar vinna tokka Jehova, mugu teir víga sítt lív til hansara og lata seg doypa. (1Pæ 3:21) Tey, sum liva upp til sína vígslu, verða andaliga vard. (Sl 91:1, 2) Ein kristin vígir seg til Jehova – ikki til eitt menniskja, eitt arbeiði ella eina samskipan. Tí mugu næmingar læra at elska Gud og virðismeta alt tað, hann hevur gjørt. – Ró 14:7, 8.

SOLEIÐIS GERT TÚ:

  • Royn, meðan tit lesa, at tosa um, hvat tilfarið lærir okkum um Jehova. Ger nógv burtur úr at fáa næmingin at lesa í Bíbliuni hvønn dag og at biðja til Jehova „uttan íhald“. – 1Ts 5:17; Ják 4:8

  • Eggja tínum næmingi til at hava sum mál at víga seg til Gud og lata seg doypa. Royn eisini at hjálpa honum at røkka smærri málum, eitt nú at svara á møtunum ella fortelja grannum og arbeiðsfelagum um sannleikan. Minst til, at Jehova ikki tvingar nakran at tæna sær. At víga seg til hansara er ein persónlig avgerð. – 5Mó 30:19, 20

  • Hjálp næminginum at fáa hug at gera tær neyðugu broytingarnar, so hann kann gleða Jehova og gerast skikkaður til dóp. (Orð 27:11) Eginleikar og vanar kunnu sita so fastir í einum næmingi, at hann kanska framhaldandi hevur tørv á hjálp til at býta gamla persónleikan um við tann nýggja. (Ef 4:22-24) Vís honum á greinarøðina „Bibelen forandrer folks liv“ í Vagttårnet

  • Fortel honum, hvussu stóra gleði tað hevur givið tær at tæna Jehova. – Es 48:17, 18