LÍVIÐ SUM KRISTIN
Ver saman við teimum, sum elska Jehova
Hví skulu vit vera saman við teimum, sum elska Jehova? Tí tey, sum vit eru saman við, hava antin góða ella ringa ávirkan á okkum. (Orð 13:20) Til dømis gjørdi Jóas kongur „tað, sum rætt var í eygum HARRANS“, so leingi hann var saman við høvuðsprestinum Jójada. (2Kr 24:2) Men eftir at Jójada doyði, var Jóas saman við fólkum, sum høvdu ringa ávirkan á hann, og endin var, at hann vendi Jehova bakið. – 2Kr 24:17-19.
Í fyrstu øld samanbar Paulus ta kristnu samkomuna við eitt ’stórt hús’ og fólkini í samkomuni við „íløt“ at brúka í húsarhaldinum. Vit kunnu halda fram at vera ’íløt til æru’, um vit ikki hava tætt samband við nakran, sum ger nakað, Jehova ikki dámar, eisini hóast talan er um ein í familjuni ella í samkomuni. (2Tim 2:20, 21) Tí mugu vit royna at fáa okkum vinir, sum elska Jehova og hjálpa okkum at tæna honum.
HYGG AT FILMINUM LÆR AT AFVISE DÅRLIGT SELSKAB, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvussu kundi ringur felagsskapur sníkt seg inn í okkara lív?
-
Hvat hjálpti teimum trimum í filminum at kvetta við ringa felagsskapin?
-
Hvørjar bíbilskar meginreglur kunnu hjálpa tær at velja góðar vinir?