LÍVIÐ SUM KRISTIN
„Her eri eg – send meg!“
Esaias var fúsur at gera tað, hann var biðin, og gjørdist soleiðis ein góð fyrimynd. Hann vísti sína trúgv og var fúsur at átaka sær uppgávur, hóast hann ikki visti, hvat tær bóru í sær. (Es 6:8) Kanst tú laga tínar umstøður soleiðis, at tað ber til hjá tær at tæna, har sum tørvurin á boðarum er størri? (Slm 110:3) Sjálvandi er tað neyðugt at ’rokna út, hvussu mikið tað fer at kosta’ at gera eina slíka broyting. (Luk 14:27, 28) Men tað er gott at vera villigur at ofra nakað fyri boðanararbeiðið. (Mt 8:20; Mrk 10:28-30) Sum vit síggja í filminum De flyttede ud hvor behovet var større, eru signingarnar, sum vit fáa í tænastuni fyri Jehova, nógv størri enn ofrini, vit lata.
SVARA HESUM SPURNINGUNUM, TÁ IÐ TÚ HEVUR SÆÐ FILMIN:
-
Hvørji offur lótu tey í familjuni Williams fyri at kunna tæna í Ekvador?
-
Hvat høvdu tey í huga, tá ið tey skuldu velja, hvar tey skuldu tæna?
-
Hvørjar signingar fingu tey?
-
Hvar kanst tú fáa meira at vita um tað at tæna, har tørvurin er størri?
TOSIÐ UM HESAR SPURNINGARNAR, NÆSTU FERÐ TIT HAVA TEOKRATISKT FAMILJUKVØLD:
-
Hvussu kunnu vit sum familja gera meira í tænastuni? (km 8/11 4-6)
-
Hvat kunnu vit gera fyri at hjálpa til í okkara egnu samkomu, um tað ikki ber til hjá okkum at tæna, har tørvurin er størri? (w16.03-D 23-25)