Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | ESAIAS 11-16

Jørðin skal vera full av kunnskapi um Jehova

Jørðin skal vera full av kunnskapi um Jehova

Hvussu gekk henda profetiin út við ísraelsfólki?

  • Hvørki á vegnum heim frá útlegdini í Bábylon ella í endurreista landinum var tað neyðugt hjá ísraelsfólki at stúra fyri villdjórum ella djóralíknandi menniskjum. – Ezr 8:21, 22.

Hvussu gongur henda profetiin út á okkara døgum?

  • Kunnskapur um Jehova hevur broytt persónleikan hjá fólki. Nøkur, sum fyrr vóru harðlig, eru nú friðarlig. Kunnskapur um Gud hevur skapt eitt heimsumfatandi andaligt paradís.

Hvussu fer henda profetiin at ganga út í framtíðini?

  • Øll jørðin verður umbroytt til eitt trygt og friðarligt paradís, soleiðis sum Gud upprunaliga ætlaði tað. Hvørki menniskju ella djór elva til nakran ótryggleika.

Paulus broytist, tá ið hann fekk kunnskap um Gud

  • Tá ið hann var fariseari, hevði hann djóralíknandi eginleikar. – 1Tim 1:13.

  • Nágreiniligur kunnskapur broytti hansara persónleika. – Kol 3:8-10.