LÍVIÐ SUM KRISTIN
Upplæring frá Gudi vinnur á fordómum
Jehova ger ikki mannamun. (Áps 10:34, 35) Hann tekur ímóti menniskjum „av øllum tjóðum, ættum, fólkum og tungumálum“. (Opb 7:9) Tí eigur eingin í kristnu samkomuni at hava fordómar ella at vera partískur. (Ják 2:1-4) Av tí at vit hava fingið upplæring frá Gudi, kunnu vit gleðast um at vera í einum andaligum paradísi, har vit síggja, hvussu menniskju púrasta kunnu broyta persónleika. (Es 11:6-9) Tá ið vit gera alt, vit eru ment, fyri at beina burtur ein og hvønn feril av fordómum í okkara hjarta, vísa vit, at vit vilja líkjast Gudi. – Ef 5:1, 2.
HYGG AT FILMINUM JOHNY OG GIDEON: TIDLIGERE FJENDER, NU ER DE BRØDRE. SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hví gevur upplæringin frá Gudi tað besta úrslitið, tá ið talan er um at beina fyri mannamuni og fordómum?
-
Hvat í okkara altjóða brøðralagi hugtekur teg?
-
Á hvønn hátt fær Jehova æru, tá ið vit varðveita okkara kristna einleika?