LÍVIÐ SUM KRISTIN
Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Nem hjartað við bókini ’Haldið tykkum í kærleika Guds’
HVÍ ER TAÐ UMRÁÐANDI? Fólk mugu kenna normarnar hjá Jehova og liva eftir teimum fyri at kunna tilbiðja hann á rættan hátt. (Es 2:3, 4) Bókin ’Haldið tykkum í kærleika Guds’, sum er seinna lestrarbókin, vit lesa við okkara næmingum, hjálpir teimum at skilja, hvussu vit kunnu brúka Guds meginreglur í gerandisdegnum. (Heb 5:14) Vit mugu royna at nema hjartað, tá ið vit undirvísa fólki, so tey fáa hug at gera broytingar. – Róm 6:17.
SOLEIÐIS GERT TÚ:
-
Hav næmingin í huga, tá ið tú fyrireikar teg. Set spurningar, sum kunnu hjálpa tær at síggja, hvat hann heldur um tað, tit lesa. – Orð 20:5; be-D 259
-
Brúka rammurnar, sum eru í bókini, til at hjálpa næminginum at síggja, hvussu gagnligt tað er at fylgja meginreglunum í Bíbliuni
-
Hjálp næminginum at koma til eina niðurstøðu í samvitskuspurningum, men tak ikki avgerðir fyri hann. – Gal 6:5
-
Royn at finna út av, um tað er torført hjá næminginum at fylgja ávísum meginreglum í Bíbliuni. Eggja honum til at fylgja teimum av kærleika til Jehova. – Orð 27:11; Jóh 14:31