LÍVIÐ SUM KRISTIN
Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Hjálp teimum, sum eru „rætt sinnað“, at gerast lærisveinar
HVÍ ER TAÐ UMRÁÐANDI? Jehova fær sannleiksfræ at vaksa í hjørtunum hjá teimum, sum eru „rætt sinnað til ævigt lív“. (Áps 13:48, NW; 1Kor 3:7) Vit arbeiða saman við honum í boðanini, tá ið vit brúka okkara kreftir upp á tey, sum vilja fylgja tí, tey læra. (1Kor 9:26) Bíbliulestrarnæmingar mugu skilja, at tað er neyðugt at lata seg doypa fyri at blíva frelstur. (1Pæt 3:21) Vit hjálpa teimum at gerast lærisveinar, tá ið vit læra teir at gera broytingar í lívinum, at boða og undirvísa, og at víga sítt lív til Jehova. – Mt 28:19, 20.
SOLEIÐIS GERT TÚ:
-
Minn bíbliulestrarnæmingar á, at endamálið við lestrinum er at hjálpa teimum at læra Jehova at kenna og at gleða hann. – Jóh 17:3
-
Hjálp teimum at gera andalig framstig í sambandi við at vinna á forðingum, sum til dømis ringum vanum og ringum felagsskapi
-
Stuðla teimum bæði áðrenn og eftir dópin. – Áps 14:22
HYGG AT FILMINUM JEHOVA GUD VIL HJÆLPE DIG, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hví aftra summi seg við at víga sítt lív til Jehova og lata seg doypa?
-
Hvussu kunnu elstar hjálpa bíbliulestrarnæmingum at gera andalig framstig?
-
Hvat lærir Esaias 41:10 okkum um Jehova?
-
Hvørjir eginleikar kunnu hjálpa okkum ófullkomnu menniskjum at tæna Jehova á ein hátt, sum hann kann góðtaka?