LÍVIÐ SUM KRISTIN
Syng við gleði fyri Jehova
Paulus og Silas prísaðu Jehova við sangi, meðan teir sótu í fongsli. (Áps 16:25) Hetta styrkti teir óivað, so teir kundu halda út. Hvussu við okkum? Sangir, sum vit syngja á møtunum, og sangir, sum eru at finna á JW Broadcasting, kunnu lívga og hjálpa okkum at vera trúføst, tá ið vit eru fyri royndum. Og av størri týdningi er, at teir prísa Jehova. (Slm 28:7) Vit hava fingið at vita, at tað er gott at læra í minsta lagi nakrar av sangunum uttanat. Hevur tú roynt tað? Vit kunnu øva sangirnar og læra okkum tekstirnar, tá ið vit hava teokratiskt familjukvøld.
HYGG AT FILMINUM BØRN SYNGER TIL PRIS FOR JEHOVA, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hví er tað gott fyri okkum at syngja ríkisins sangir?
-
Hvussu fyrireika ljóð- og filmsdeildirnar seg, tá ið sangir skulu takast upp?
-
Hvussu fyrireika børn og foreldur seg áðrenn eina upptøku?
-
Hvørjar av ríkisins sangum dámar tær best, og hví?