31. desember 2018 – 6. januar 2019
ÁPOSTLASØGAN 19-20
Sangur nr. 103 og bøn
Innleiðandi viðmerkingar (3 min. ella minni)
DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI
„Ansið eftir tykkum sjálvum og eftir øllum fylginum“ (10 min.)
Leita eftir andaligum gimsteinum (8 min.)
Áps 19:9 – Hvussu var Paulus eitt gott fyridømi í at vera arbeiðssamur og lagaligur? (bt-D 161 stk. 11)
Áps 19:19 – Hvussu vóru tey í Efesus eitt gott fyridømi at taka eftir? (bt-D 162 stk. 15)
Hvat hevur bíbliulesingin hesa vikuna lært teg um Jehova?
Hvørjar aðrar andaligar gimsteinar hevur tú funnið í bíbliulesingini hesa vikuna?
Upplestur úr Bíbliuni: (4 min. ella minni) Áps 19:1-20
GER FRAMSTIG Í BOÐANINI
Onnur afturvitjan: (3 min. ella minni) Byrja við uppskotinum til samrøðu. Gev tí vitjaða eitt JW.ORG visittkort.
Triðja afturvitjan: (3 min. ella minni) Vel sjálvur eitt skriftstað, sum svarar spurninginum frá aðru afturvitjan, og ein spurning at tosa um næstu ferð.
Bíbliulestur: (6 min. ella minni) jl partur 15
LÍVIÐ SUM KRISTIN
Upplær ungar menn, sum bjóða seg fram (15 min.) Orðaskifti. Vís filmin Oplær unge mænd der stiller sig til rådighed. Svara síðani hesum spurningum: Hvønn týðandi leiklut hava teir elstu í samkomuni? (Áps 20:28) Hví mugu elstar halda fram at upplæra aðrar brøður? Hvussu kunnu elstar upplæra brøður, eins og Jesus upplærdi ápostlarnar? Hvønn hugburð skulu brøður hava til at blíva upplærdir? (Áps 20:35; 1Tim 3:1) Hvørja ítøkiliga upplæring kunnu elstar geva teimum? Hvønn hugburð mugu elstar hava til teir brøðurnar, sum teir upplæra?
Samkomubíbliulestur: (30 min.) bh kap. 1 stk. 14-24 og uppískoytið „Guds navn — brúk og týdningur“
Tak samanum, og sig í stuttum frá skránni í næstu viku (3 min.)
Sangur nr. 2 og bøn