Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Jørðin „drakk ánna“

Jørðin „drakk ánna“

Upp gjøgnum søguna hava verðsligir myndugleikar hjálpt fólkinum hjá Jehova. (Ezr 6:1-12; Est 8:10-13) Eisini í nýggjari tíð hevur „jørðin“ – partar av hesi heimsskipanini, sum eru meira lagaligir – drukkið „ánna“ av forfylging, sum „drekin“, Satan Djevulin, stendur aftanfyri. (Opb 12:16) Jehova, sum er „Gud til frelsu“, kann velja at fáa heimsins leiðarar at geva sínum fólki lagaligari kor. – Slm 68:21; Orð 21:1.

Men hvat um tú verður fongslaður vegna tína trúgv? So mást tú ongantíð ivast í, at Jehova sær teg og leggur merki til tað, sum gongur fyri seg. (1Mós 39:21-23; Slm 105:17-20) Tú kanst vera vísur í, at tú fært løn fyri tína trúgv, og at tað styrkir tínar brøður og systrar um allan heimin, at tú ert trúfastur. – Flp 1:12-14; Opb 2:10.

HYGG AT FILMINUM KOREANSKE BRØDRE LØSLADT, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hví hava túsundtals brøður verið settir í fongsul í Suðurkorea gjøgnum árini?

  • Hvørjir rættarúrskurðir elvdu til, at nakrir av okkara brøðrum vórðu leyslatnir fyri tíð?

  • Hvussu kunnu vit hjálpa okkara brøðrum kring heimin, sum í løtuni sita í fongsli vegna sína trúgv?

  • Hvussu eiga vit at brúka eitt og hvørt frælsi, sum vit hava í løtuni?

  • Hvør eigur í veruleikanum æruna av teimum rættarmálum, vit vinna?

Hvussu brúki eg tað frælsið, eg havi?