Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Halt fram at brúka bløðini

Halt fram at brúka bløðini

Síðani 2018 hava okkara almennu bløð bara viðgjørt eitt evni í senn. Øll hesi bløðini eru í okkara amboðskassa. Tí mugu vit gjarna brúka tey í boðanini. Vit kunnu eisini hava nøkur bløð uppi á okkum, tá ið vit ferðast ella fara til handils. Vit skulu ikki brúka bløðini sum lestrartilfar, tá ið vit studera við fólki, men bløðini kunnu kanska vekja áhugan hjá teimum.

Tá ið tú hevur fingið eitt prát í lag við onkran, kanst tú lesa eitt bíbliuørindi og nevna eitt evni, ið viðkomandi kanska hevur áhuga fyri, og sum verður viðgjørt í einum blaði. Hevur hann ella hon til dømis børn ella stríðist við strongd ella sorg, kundi tú sagt: „Eg havi akkurát lisið eina góða grein um hatta evnið. Kann eg vísa tær hana?“ Um tú heldur, at viðkomandi hevur áhuga, kanst tú antin geva honum eitt blað í hondina ella senda tað elektroniskt, eisini sjálvt um tað er fyrstu ferð, tú tosar við hann. Hóast tað ikki er okkara fremsta mál at bjóða lesnað, kunnu bløðini hjálpa okkum at finna tey, sum vilja fylgja tí, tey læra. – Áps 13:48, NW.

2018

2019

2020

 

Hvørji evni høvdu riggað væl í tínum øki?