Bótardagurin og tú
Hvat læra vit av, at mann brúkti roykilsi á bótardegnum?
-
Tær bønirnar, sum trúfastir tænarar hjá Jehova biðja, eru sum roykilsi. (Slm 141:2) Líkasum at høvuðspresturin bar fram roykilsi fyri Jehova við stórari virðing, koma vit fram fyri Jehova í bøn við stórari virðing og ærufrykt
-
Høvuðspresturin skuldi brenna roykilsi, áðrenn hann kundi fara inn við blóðinum av ofrunum. Soleiðis tryggjaði hann sær, at hann hevði Guds góðkenning, tá ið hann ofraði. Á líknandi hátt mátti Jesus, áðrenn hann kundi geva sítt lív sum eitt offur, tryggja sær, at Jehova kundi góðkenna tað. Tað gjørdi hann við at vera trúfastur og lýðin alt sítt lív
Hvussu kann eg tryggja mær, at Jehova kann góðtaka míni offur?