Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Ert tú villigur at søkja inn á Skúlan fyri kristnar boðarar?

Ert tú villigur at søkja inn á Skúlan fyri kristnar boðarar?

Ert tú millum 23 og 65 ár og í fulltíðartænastuni? Hevur tú góða heilsu, og ert tú førur fyri at tæna, har sum størri tørvur er? Um tú svarar ja, hevur tú so hugsað um at søkja inn á Skúlan fyri kristnar boðarar? Síðani skúlin byrjaði, hava fleiri túsund hjún, stakir brøður og stakar systrar søkt. Kortini hava vit brúk fyri, at fleiri stakir brøður søkja. Bið Jehova geva tær enn størri hug til at gleða hann og til at taka eftir Jesusi. (Slm 40:9; Mt 20:28; Heb 10:7) Hugsa síðani um, hvussu tú kanst minka um verðsligar og persónligar skyldur, so tú verður førur fyri at søkja.

Hvørjar uppgávur hava summir boðarar fingið eftir at hava verið á skúlanum? Summir hava fingið til uppgávu at tæna í økjum, har tey tosa eitt annað mál, ella at vera við í serligu almennu boðanini í stórbýum. Aðrir boðarar hava seinni fingið til uppgávu at vera trúboðarar, at avloysa fylkisumsjónarmannin ella at tæna sum fylkisumsjónarmenn. Tá ið tú hugsar um, hvat tú kanst gera í tænastuni fyri Jehova, hopa vit, at tú fert at siga tað sama sum Esaias profetur. Hann segði: „Her eri eg – send meg!“ – Es 6:8.

HYGG AT FILMINUM MISSIONÆRER – FLITTIGE HØSTARBEJDERE, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvussu velur mann nýggjar trúboðarar?

  • Hvat gott arbeiði gera trúboðarar?

  • Hvørjar signingar fáa tey, sum tæna sum trúboðarar?