LÍVIÐ SUM KRISTIN
Vit vísa kærleika, tá ið vit stuðla rættleiðingini frá Jehova
Skipanin við útihýsing verjir samkomuna og rættleiðir syndarar, sum ikki angra. (1Kor 5:6, 11) Tá ið vit stuðla slíkari rættleiðing frá Jehova, vísa vit kærleika. Hvussu kann tað passa, tá ið útihýsing hevur kensluliga pínu við sær hjá øllum pørtum, harímillum familjuni og dómsnevndini?
Fyrst og fremst vísa vit, at vit elska Jehova og tað, sum er reint í hansara eygum. (1Pæt 1:14-16) Vit vísa eisini, at vit elska persónin, sum er útihýstur. Hóast tað er pínufult at blíva rættleiddur, kann tað føra til „friðarávøkst rættvísinnar“. (Heb 12:5, 6, 11) Um vit hava samband við ein, sum er útihýstur ella sum hevur kvett sambandið við samkomuna, mótarbeiða vit rættleiðingini frá Jehova. Minst til, at Jehova rættleiðir sítt fólk „við máta“. (Jer 30:11) Vit vóna, at viðkomandi kemur aftur til okkara miskunnsama faðir. Inntil tá stuðla vit rættleiðingini frá Jehova, og gera alt vit kunnu fyri at hava eitt gott vinalag við hann. – Es 1:16-18; 55:7.
HYGG AT FILMINUM VÆR LOYAL AF HELE DIT HJERTE, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvørja pínu føla foreldur, tá ið eitt barn fer frá Jehova?
-
Hvussu kann samkoman stuðla teimum í familjuni, sum eru trúføst?
-
Hvør frásøga í Bíbliuni vísir, at tað hevur størri týdning at vera trúfastur móti Jehova enn móti familjuni?
-
Hvussu vísa vit, at okkara trúfesti móti Jehova hevur meira at siga enn okkara trúfesti móti familjuni?