Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | ESTER 1-5

Ester vardi Guds fólk

Ester vardi Guds fólk

Ester vísti merkisverda trúgv og dirvi, tá ið hon vardi Guds fólk

  • At fara fram fyri kong uttan at vera boðsendur, kundi hava deyðarevsing við sær. Kongurin hevði ikki sent boð eftir Ester í 30 dagar

  • Ahasverus kongur, ið verður hildin at vera hin sami sum Xerxes I, var ein illsintur maður. Einaferð gav hann boð um, at ein maður skuldi skerast í tvey og vísast fram sum ávaring. Hann setti eisini Vasti frá sum drotning, tá ið hon var honum ólýðin

  • Ester noyddist at fortelja, at hon var jødi og sannføra kongin um, at trúnaðarráðgevi hansara hevði lumpað hann