8.-14. februar
NEHEMIAS 5-8
Sangur nr. 123 og bøn
Innleiðandi viðmerkingar (3 min. ella minni)
DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI
„Nehemias var ein avbera góður umsjónarmaður“ (10 min.)
Ne 5:1-7 – Nehemias lurtaði eftir fólkinum og fór til verka (w06 1/2 9 stk. 2)
Ne 5:14-19 – Nehemias var eyðmjúkur, ósjálvsøkin og umhugsin (w06 1/2 10 stk. 4)
Ne 8:8-12 – Nehemias var millum teirra, sum góvu fólkinum andaliga leiðbeining (w06 1/2 11 stk. 4)
Leita eftir andaligum gimsteinum (8 min.)
Ne 6:5 – Hví sendi Sanballat eitt „opið bræv“ til Nehemias? (w06 1/2 9 stk. 3)
Ne 6:10-13 – Hví lurtaði Nehemias ikki eftir ráðunum hjá Semaja? (w07 1/7 30 stk. 15)
Hvat hevur bíbliulesingin hesa vikuna lært meg um Jehova?
Hvat úr bíbliulesingini hesa vikuna kann eg brúka í boðanini?
Upplestur úr Bíbliuni: Ne 6:14 – 7:7a (4 min. ella minni)
GER FRAMSTIG Í BOÐANINI
Fyrsta samrøðan: (2 min. ella minni) Bjóða Vågn op! við at brúka høvuðsevnið. Legg upp til eina afturvitjan.
Afturvitjan: (4 min. ella minni) Vís, hvussu vit kunnu gera, tá ið vit vitja ein aftur, sum vísti áhuga fyri høvuðsevninum í Vågn op! Legg upp til næstu vitjanina.
Bíbliulestur: (6 min. ella minni) Vís, hvussu vit kunnu leiða ein bíbliulestur. (bh 28-29 stk. 4-5)
LÍVIÐ SUM KRISTIN
„Tráar [tú] eftir umsjónarembæti“? (15 min.) Fyrilestur grundaður á Vagttårnet, 15. september 2014, síðurnar 3-6. Ein elsti stílar fyri. Vís filmin Brødre – ræk ud efter et tilsynshverv, sum varð tøkur á JW Broadcasting í desember 2015. Legg dent á røttu orsakirnar til at tráa eftir einum umsjónarembæti, og greið frá, hvussu ein bróðir kann gera tað. Eggja brøðrum til at tráa eftir at gerast skikkaðir til at vera samkomutænarar og elstar.
Samkomubíbliulestur: ia kap. 8 stk. 17-27, og endurtøkuspurningarnar (30 min.)
Tak samanum, og sig í stuttum frá skránni í næstu viku (3 min.)
Sangur nr. 125 og bøn