Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

„Ær faðir tín og móður tína“

„Ær faðir tín og móður tína“

Tá ið Jesus var á jørðini, legði hann dent á boðið: „Ær faðir tín og móður tína.“ (2Mós 20:12; Mt 15:4) Hetta kundi Jesus av røttum siga, tí hann sum drongur altíð var foreldrunum lýðin. (Luk 2:51) Sum vaksin tryggjaði hann sær, at syrgt varð fyri mammu hansara, tá ið hann var deyður. – Jóh 19:26, 27.

Eisini í dag æra ung síni foreldur, tá ið tey akta tey og tosa virðiliga við tey. Boðið, um at æra okkara foreldur, er ikki tíðaravmarkað. Sjálvt eftir at okkara foreldur eru blivin gomul, eiga vit at halda fram at æra tey og spyrja tey til ráðs. (Orð 23:22) Vit æra eisini okkara foreldur, tá ið vit vísa teimum umsorgan og taka okkum av teimum fíggjarliga, um tørvur er á tí. (1Tim 5:8) Uttan mun til um vit eru ung ella gomul, æra vit okkara foreldur, tá ið vit varðveita eitt gott samskifti við tey.

HYGG AT TALVUTEKNIFILMINUM HVUSSU KANN EG TOSA VIÐ FORELDRINI? OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hví kann tað vera ringt hjá tær at tosa við foreldrini?

  • Hvussu kanst tú æra tíni foreldur, tá ið tú tosar við tey?

  • Hví er tað gott at tosa við foreldrini? (Orð 15:22)

    At tosa við foreldrini kann hjálpa tær at fáa eitt gott lív