Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | MATTEUS 16-17

Hvørs tankar hugsar tú?

Hvørs tankar hugsar tú?

16:21-23

  • Hóast orðini hjá Pæturi uttan iva vórðu søgd í góðari meining, var Jesus skjótur at rætta hansara skeivu hugsan

  • Jesus visti, at hetta ikki var tíðin at hugsa um seg sjálvan. At slaka í eini so avgerandi løtu var akkurát tað, Satan vildi hava hann at gera

16:24

Jesus vísti á trý stig, vit skulu taka, um Guds tankar skulu leiða okkum. Hvat krevur hvørt stig?

  • Avnokta teg sjálvan

  • Tak tín pínslusteyra upp

  • Halt á at fylgja Jesusi