Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Set munagóðar spurningar

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Set munagóðar spurningar

HVÍ ER TAÐ UMRÁÐANDI? Um tankar „í hjarta mansins eru djúp vøtn“, so eru spurningar sum ein spann, ið dregur teir upp. (Orð 20:5) Spurningar hjálpa okkum at fáa tann vitjaða við í prátið. Svarini upp á væl valdar spurningar geva okkum ofta nyttuligar upplýsingar. Jesus setti munagóðar spurningar. Hvussu kunnu vit taka eftir honum?

SOLEIÐIS GERT TÚ:

  • Set spurningar, sum fáa tann vitjaða at siga sína meining. Jesus setti eina røð av spurningum fyri at finna út av, hvørja áskoðan lærisveinarnir høvdu. (Mt 16:13-16; be-D 238 stk. 4-6) Hvørjar spurningar kundi tú sett, sum fáa tann vitjaða at siga sína meining?

  • Set leiðandi spurningar. Jesus setti Pæturi spurningar við ymiskum svarmøguleikum fyri at rætta hugsanarháttin hjá honum og hjálpa honum at koma til røttu niðurstøðuna. (Mt 17:24-26) Hvørjar leiðandi spurningar kundi tú sett fyri at hjálpa onkrum at koma til røttu niðurstøðuna?

  • Rósa tí vitjaða. Tá ið ein skriftlærdur „svaraði vitiga“, rósti Jesus honum. (Mrk 12:34) Hvussu kanst tú rósa einum, sum svarar einum spurningi?

HYGG AT FYRRA PARTI AV FILMINUM GØR DET ARBEJDE JESUS GJORDE – UNDERVIS, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hví er hetta eitt dømi um vánaliga undirvísing, hóast upplýsingarnar eru rættar?

  • Hví er tað ikki nokk bara at greiða frá upplýsingunum?

HYGG AT SEINNA PARTI AV FILMINUM, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvussu brúkti bróðirin spurningar upp á ein góðan máta?

  • Hvat annað kunnu vit læra av hansara undirvísing?

Hvussu ávirkar okkara undirvísing onnur? (Luk 24:32)