Ansa væl eftir, at tú ikki verður tær sjálvum og øðrum til fall
Jesus brúkti myndatalu fyri at læra okkum, hvussu álvarsamt tað er at verða sær sjálvum ella øðrum til fall.
-
„Tað, sum voldir fall,“ vísir til eina gerð ella eina støðu, sum fær ein at fylgja eini skeivari leið, at falla siðiliga ella at synda
-
Tað hevði verið betri at dottið á sjógv við einum mylnusteini um hálsin, enn at verið orsøk til, at onkur fall
-
Jesus ráddi sínum lærisveinum til at beina fyri tí, sum voldir fall, sjálvt um tað var nakað so dýrabart sum ein hond ella eitt eyga
-
Tað hevði verið betri at sloppið sær av við ein av hesum likamslutunum og komið inn í Guds ríki, enn at varðveitt teir og endað í Gehenna, sum ímyndar æviga týning
Hvat í mínum lívi kundi fingið meg at falla, og hvussu kann eg ansa eftir, at eg ikki fái meg sjálvan ella onnur at falla?