Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Ver íðin og áhaldin, meðan tú bíðar

Ver íðin og áhaldin, meðan tú bíðar

Hvussu leingi hevur tú bíðað eftir, at Guds ríki skal koma? Hevur tú tolin hildið út hóast trongdir? (Róm 8:25) Nøkur kristin verða hatað, illa viðfarin, fongslað ella enntá hótt við lívinum. Og onnur stríðast til dømis við varandi sjúku ella høgan aldur.

Hvat kann hjálpa okkum at bíða við ídni, uttan mun til hvørjum royndum vit eru fyri? Vit mugu styrkja trúnna hvønn dag við at lesa í Bíbliuni og hugsa um tað, sum vit lesa. Vit mugu hava vónina fremst í huga. (2Kor 4:16-18; Heb 12:2) Vit mugu bøna Jehova um kraftina frá hansara heilaga anda. (Luk 11:10, 13; Heb 5:7) Okkara kærligi faðir kann hjálpa okkum at vera tolin og halda út við gleði. – Kol 1:11; Ják 1:2, 3.

HYGG AT FILMINUM VI MÅ ’LØBE MED UDHOLDENHED’ – HAV TILLID TIL AT DU KAN VINDE SEJRSPRISEN, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvat óvæntað kundi hent í okkara lívi? (Præd 9:11)

  • Hvussu hjálpir bøn okkum, tá ið vit eru fyri royndum?

  • Um vit ikki fáa gjørt líka nógv í tænastuni fyri Jehova sum fyrr, hví eiga vit so at hugsa meira um tað, vit enn eru før fyri?

  • Hav sigursprísin fyri eyga

    Hvat hjálpir tær at vera sannførdur um, at tú fert at vinna sigursprísin?