Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Steðga við lestrinum, um næmingurin ikki ger framstig

Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Steðga við lestrinum, um næmingurin ikki ger framstig

HVÍ ER TAÐ UMRÁÐANDI? Fólk mugu kalla á navn Jehova fyri at blíva frelst. (Róm 10:13, 14) Men ikki øll, sum siga ja til ein bíbliulestur, vilja liva eftir normunum hjá Jehova. Vit brúka okkara dýrabaru tíð í boðanini best við at hjálpa teimum, sum veruliga ynskja at broyta seg og gleða Jehova. Ger ein bíbliulestrarnæmingur ikki rímilig framstig, eftir at ein tíð er farin, er tað skilagott at steðga lestrinum og heldur hjálpa teimum, sum Jehova dregur til sín og sína samskipan. (Jóh 6:44) Um viðkomandi seinni vísir, at hann er ’rætt sinnaður til ævigt lív’, taka vit sjálvandi fegin bíbliulesturin upp aftur. – Áps 13:48, NW.

SOLEIÐIS GERT TÚ:

  • Rósa næminginum fyri, at hann gjarna vil hava nágreiniligan kunnleika. – 1Tim 2:4

  • Legg dent á, hvussu umráðandi tað er, at hann livir eftir tí, hann lærir. – Luk 6:46-49

  • Práta við hann um líknilsið hjá Jesusi um sáðmannin, og bið hann hugsa um, hvat tað kann vera, sum forðar honum í at gera framstig. – Mt 13:18-23

  • Greið vinarliga frá, hví tú steðgar at lesa við honum

  • Sig við hann, at tú kemur at vitja hann av og á, og at tit kunnu taka bíbliulesturin upp aftur, um hann gjarna vil gera framstig

HYGG AT FILMINUM, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvat í samrøðuni vísti, at næmingurin ikki gjørdi andalig framstig?

  • Hvussu hjálpti boðarin næminginum at skilja, at hann mátti gera nakrar broytingar?

  • Hvussu læt boðarin møguleikan at byrja lesturin aftur standa opnan?