LÍVIÐ SUM KRISTIN
Soleiðis gerst tú ein betri boðari – Legg upp til eina afturvitjan
HVÍ ER TAÐ UMRÁÐANDI?
Vit vilja fegin vatna tey sannleiksfræ, sum vit hava plantað. (1Kor 3:6) Tá ið vit hitta ein, ið hevur áhuga, er gott at enda við at seta ein spurning, sum vit kunnu tosa um, tá ið vit koma aftur. Soleiðis fær hann nakað at gleða seg til, og tað verður lættari hjá okkum at fyrireika afturvitjanina. Tá ið vit koma aftur, kunnu vit siga, at vit eru komin at svara spurninginum, sum vit settu seinast.
SOLEIÐIS GERT TÚ:
-
Tá ið tú fyrireikar eina framløgu til boðanina hús úr húsi, kanst tú samstundis hugsa um ein spurning, sum tit kunnu tosa um næstu ferð. Hann kann snúgva seg um okkurt, ið verður svarað í lesnaðinum, sum tú fert at bjóða. Ella tað kann vera ein spurningur, sum verður svaraður í onkrum lestrartilfari, ið tú ætlar tær at vísa, tá ið tú kemur aftur.
-
Tá ið tú endar samrøðuna við ein, sum hevur áhuga, kanst tú siga, at tú fegin vilt tosa við hann aftur, og so seta spurningin, sum tú hevur fyrireikað. Um tað ber til, kanst tú spyrja, um tú kanst fáa hansara telefonnummar ella teldupostadressu.
-
Avtala tit, at tú kemur aftur eina ávísa tíð, mást tú halda avtaluna. – Mt 5:37.