Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

4.-10. januar

2 KRØNIKUBÓK 29-32

4.-10. januar
  • Sangur nr. 114 og bøn

  • Innleiðandi viðmerkingar (3 min. ella minni)

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI

  • Sonn tilbiðing krevur hart arbeiði(10 min.)

    • 2Kr 29:10-17 – Ezekias endurreisti íðin sonnu tilbiðingina

    • 2Kr 30:5, 6, 10-12 – Ezekias bjóðaði øllum sannhjartaðum at koma saman at tilbiðja Gud

    • 2Kr 32:25, 26 – Ezekias hevði verið hugmóðigur, men eyðmýkti seg (w05 15/10 25 stk. 20)

  • Leita eftir andaligum gimsteinum (8 min.)

    • 2Kr 29:11 – Hvussu gekk Ezekias undan sum ein góð fyrimynd, tá ið tað snúði seg um raðfesting? (w13 15/11 17 stk. 6-7)

    • 2Kr 32:7, 8 – Hvussu fyrireika vit okkum best til komandi trupulleikar? (w13 15/11 20 stk. 17)

    • Hvat hevur bíbliulesingin hesa vikuna lært meg um Jehova?

    • Hvat úr bíbliulesingini hesa vikuna kann eg brúka í boðanini?

  • Upplestur úr Bíbliuni: 2Kr 31:1-10 (4 min. ella minni)

GER FRAMSTIG Í BOÐANINI

  • Framløguuppskotini henda mánaðin (15 min.) Orðaskifti. Vís filmin Første forslag til præsentation af Vagttårnet, sum vísir, hvussu vit kunnu bjóða Vagttårnet, og tosa síðani við áhoyrararnar um høvuðspunktini. Vís á, hvussu boðarin legði upp til eina afturvitjan. Ger tað sama við tað næsta framløguuppskotið til Vagttårnet og síðani við heftið Góð tíðindi frá Gudi. Tosa um greinina „Soleiðis leiðir tú ein bíbliulestur við heftinum Góð tíðindi frá Gudi“. Eggja boðarunum til at gera sína egnu framløgu.

LÍVIÐ SUM KRISTIN