GER FRAMSTIG Í BOÐANINI
Soleiðis leiðir tú ein bíbliulestur við heftinum Góð tíðindi frá Gudi
-
Les talmerkta spurningin, sum stendur við feitum stavum, so tann vitjaði hugsar um høvuðstankan.
-
Les stykkið.
-
Les skriftstøðini, sum standa við skákskrift, og set spurningar fyri at hjálpa tí vitjaða at skilja, hvussu skriftstøðini svara talmerkta spurninginum.
-
Hoyra fleiri stykki til sama spurning, skalt tú endurtaka stigini 2 og 3. Er ein filmur á jw.org, ið hóskar til talmerkta spurningin, kanst tú vísa hann.
-
Set tí vitjaða talmerkta spurningin fyri at tryggja tær, at hann hevur skilt høvuðstankan.