LÍVIÐ SUM KRISTIN
Jehova, á teg líti eg
Tað er umráðandi, at vit líta á Jehova bæði í góðum og ringum tíðum. (Slm 25:1, 2) Í áttandu øld f.o.t. vóru jødarnir í Juda í eini kreppu, sum gjørdi, at teirra álit á Gud kom at standa sína roynd. Vit kunnu læra nógv av tí, sum hendi. (Róm 15:4) Hvussu svarar tú hesum spurningunum eftir at hava sæð filmin ’Jehova, til dig har jeg sat min lid’?
-
Í hvørjari kreppu var Ezekias?
-
Hvussu brúkti Ezekias meginregluna í Orðtøkunum 22:3, tá ið hann væntaði, at býurin fór at verða kringsettur?
-
Hví umhugsaði Ezekias hvørki at geva seg yvir til Assýria ella at gera eina samgongu við Egyptaland?
-
Hvussu er Ezekias ein góð fyrimynd fyri kristin?
-
Nær kann okkara álit á Jehova koma at standa sína roynd?