Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Minst til at biðja fyri trúarfelagum, sum verða atsøktir

Minst til at biðja fyri trúarfelagum, sum verða atsøktir

Profetiir í Bíbliuni vísa, at Satan skuldi søkja at okkum í eini roynd at forða okkum í at boða. (Jóh 15:20; Opb 12:17) Hvussu kunnu vit hjálpa trúarfelagum, sum verða atsøktir í øðrum londum? Vit kunnu biðja fyri teimum. „Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv.“ – Ják 5:16.

Hvat kunnu vit biðja um? Vit kunnu biðja Jehova geva okkara brøðrum og systrum dirvi og hjálp, so tey ikki verða bangin. (Es 41:10-13) Vit kunnu eisini biðja um, at myndugleikarnir mugu hava ein positivan hugburð til boðanararbeiðið, so at „vit kunnu liva stilt og friðarligt lív“. – 1Tim 2:1, 2.

Tá ið Paulus og Pætur vórðu atsøktir, nevndu tey kristnu í fyrstu øld teir við navni í sínum bønum. (Áps 12:5; Róm 15:30, 31) Hóast vit ikki kenna nøvnini á øllum, sum verða atsøkt í dag, kundu vit kanska nevnt samkomuna, landið ella landspartin, tey eru úr.

Skriva nøkur lond, har brøður og systrar eru, sum verða atsøkt, og sum tú vilt biðja fyri.