Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | MATTEUS 1-3

„Ríki Himmiríkis er komið nær“

„Ríki Himmiríkis er komið nær“

3:4

  • Klæðini og útsjóndin hjá Jóhannesi vístu týðiliga, at hann livdi eitt einfalt lív og var fult upptikin av at gera Guds vilja

  • Heilt serligi framíhjárætturin hjá Jóhannesi at vera undanmaður Jesusar var nógv størri enn nakað offur, hann hevði latið

Tá ið vit liva einfalt, kunnu vit gera meira í tænastuni fyri Jehova, og tað gevur stórt nøgdsemi. Vit kunnu liva meira einfalt við at ...

  • finna út av, hvat okkara veruligi tørvur er

  • sleppa okkum av við óneyðugar útreiðslur

  • gera eina realistiska fíggjarætlan

  • sleppa okkum av við tað, sum vit ikki brúka

  • gjalda okkara skuld

  • minka um óneyðugt verðsligt arbeiði

Jóhannes át grashoppur og villan hunang

Hvørjum máli kann eg røkka, um eg livi eitt einfalt lív?