Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Stúrið ikki!

Stúrið ikki!

Í fjallaprædikuni segði Jesus: „Stúrið ikki fyri lívi tykkara.“ (Mt 6:25) Einki er at siga til, at ófullkomin menniskju, sum liva í Satans heimi, av og á stúra, men Jesus lærdi sínar lærisveinar, at teir ikki skuldu stúra ov nógv. (Slm 13:3) Hví? Tí óneyðug stúran – enntá um tað dagliga – kann órógva okkum og gera tað torførari at søkja Guds ríki fyrst. (Mt 6:33) Tað næsta, Jesus sigur, hjálpir okkum at lata vera at stúra óneyðugt.

  • Mt 6:26 – Hvat kunnu vit læra við at eygleiða fuglarnar? (w16.07-D 9-10 stk. 11-13)

  • Mt 6:27 – Hví er óneyðug stúran burturspilt tíð og orka? (w05-D 1/11 22 stk. 5)

  • Mt 6:28-30 – Hvat kunnu vit læra av liljunum á markini? (w16.07-D 10-11 stk. 15-16)

  • Mt 6:31, 32 – Hvussu eru kristin øðrvísi enn fólk annars? (w16.07-D 11 stk. 17)

Hvørjum vil eg ikki stúra fyri longur?