Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | MATTEUS 8-9

Jesus elskaði menniskju

Jesus elskaði menniskju

Matteus lýsir í kapitlunum 8 og 9 ein part av tænastuni hjá Jesusi í Galilea. Tá ið Jesus grøddi fólk, vísti hann sína kraft, men tað, sum hevði størri týdning, var, at hann vísti kærleika og samkenslu.

  1. Jesus grøddi ein spitalskan mann. – Mt 8:1-3

  2. Jesus grøddi tænastudrongin hjá einum høvuðsmanni. – Mt 8:5-13

    Hann grøddi vermóðurina hjá Pæturi. – Mt 8:14, 15

    Hann rak út illar andar og grøddi sjúk. – Mt 8:16, 17

  3. Jesus rak út illar andar, sum vóru ógvuliga óðir, og sendi teir í eitt svínafylgi. – Mt 8:28-32

  4. Jesus grøddi ein, sum var lamin. – Mt 9:1-8

    Hann grøddi eina konu, sum nam við klæðini hjá honum, og hann reisti dóttur Jairus upp frá deyðum. – Mt 9:18-26

    Hann grøddi blind og stumm. – Mt 9:27-34

  5. Jesus ferðaðist í bygd og bý og grøddi hvørja sjúku og hvønn veikleika. – Mt 9:35, 36

Hvussu kann eg vísa teimum, sum eg eri saman við, størri kærleika og samkenslu?