Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Verð fyrst samdur við bróður tín – Hvussu?

Verð fyrst samdur við bróður tín – Hvussu?

Ímynda tær, at tú býrt í Galilea á Jesusar døgum. Tú ert farin til Jerusalem at halda leyvsalahøgtíðina. Býurin ýður í fólkum, sum eru komin langvegis frá í somu ørindum sum tú. Tú vilt gjarna lata eitt offur til Jehova. So við eini geit í bandi trokar tú teg gjøgnum mannamúgvuna eftir teimum trongu gøtunum til templið. Tá ið tú kemur vegin fram, er templið fult av fólkum, sum eisini vilja lata eitt offur. At enda er tað tín túrur at geva prestunum tína geit. Beint tá kemur tú í tankar um, at bróðir tín, sum kann vera hvar sum helst í mannamúgvuni ella í býnum, hevur okkurt ímóti tær. Jesus greiðir frá, hvat tú eigur at gera. (Les Matteus 5:24.) Hvussu kunnu tú og hesin bróðirin verða samdir, ella fáa frið í lag, sum Jesus gav boð um? Set ein kross við rætta svarið í báðum rammunum niðanfyri.

TÚ SKALT ...

  • bara tosa við bróður tín, um tú heldur, at hann hevur góða grund til at vera firtin

  • royna at tosa bróður tín til rættis, um tú heldur, at hann tolir ov lítið av, ella at hann eigur ein part av skyldini

  • tolin lurta eftir bróður tínum, og hóast tú ikki skilur hann til fulnar, skalt tú biðja um fyrigeving fyri, at tú hevur sært hann ella fyri avleiðingarnar, ið stóðust av tí, sum tú hevur gjørt

BRÓÐIR TÍN SKAL ...

  • royna at fáa onnur í samkomuni at halda við sær og fortelja teimum, hvat tú hevur gjørt ímóti honum

  • finnast harðliga at tær, minna teg á alt tað, sum tú hevur sagt og gjørt, og krevja, at tú viðgongur tín feil

  • ásanna, at tað hevur kravt eyðmjúkleika og mót av tær at koma til hansara, og síðani skal hann fyrigeva tær av hjarta

Í dag skulu vit ikki longur ofra djór í okkara tilbiðing. Men hvat lærir Jesus okkum um sambandið millum frið við okkara bróður og tilbiðing, sum Gud kann góðtaka?