Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvar ert tú á vegnum, sum førir til dóp?

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Vel at tæna Jehova

Vel at tæna Jehova

Ert tú ein ungur ódoyptur boðari, ella ert tú í holt við at kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum? Hevur tú so sett tær fyri at blíva doyptur? Hví er tað eitt gott mál at hava? Tá ið tú vígir teg til Jehova og letur teg doypa, kanst tú fáa eitt heilt serligt samband við hann. (Slm 91:1) Og hesi stigini kunnu eisini føra til frelsu. (1Pæt 3:21) Hvat skalt tú gera fyri at kunna blíva doyptur?

Sannfør teg sjálvan um, at hetta er sannleikin. Viss tú ivast í onkrum, kanst tú kanna tað. (Róm 12:2) Finn út av, hvørjar broytingar tú mást gera, og ger tær, tí tú gjarna vilt gleða Jehova. (Orð 27:11; Ef 4:23, 24) Tú kanst biðja hann hjálpa tær. Eingin ivi er um, at Jehova fer at styrkja teg og hjálpa tær við sínum heilaga anda. (1Pæt 5:10, 11) Orkan, tú leggur í, er stríðið vert, tí at tæna Jehova er tað besta lívið, sum er! – Slm 16:11.

HYGG AT VIDEONUM VEJEN TIL DÅB, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvørjum forðingum hava summi vunnið á fyri at blíva doypt?

  • Hvussu fært tú ta trúnna, sum skal til fyri at víga títt lív til Jehova?

  • Hvat hevur fingið nøkur at gera tað, sum skal til fyri at kunna blíva doyptur?

  • Hvussu signar Jehova tey, sum velja at tæna honum?

  • Hvat merkir tað at víga sítt lív til Jehova og lata seg doypa?