Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Vit mugu verja hjúnabandið

Vit mugu verja hjúnabandið

Eitt hjúnabandslyfti er nakað, sum Jehova tekur í álvara. Hann vil, at maður og kona skulu halda saman alt lívið. (Mt 19:5, 6) Nógv hjún, sum tæna Gudi, hava tað gott saman. Men einki hjúnaband er fullkomið. Øll fáa trupulleikar. Í heiminum er tað vanligt, at fólk fara frá hvørjum øðrum ella blíva skild, tá ið tey fáa trupulleikar, men vit mugu ikki halda, at tað er loysnin. Hvussu kunnu vit verja okkara hjúnaband?

Her eru fimm umráðandi ting, tú kanst gera.

  1. Verj títt hjarta. Lat vera við at flørta og halt teg frá ómoralskum undirhaldi, tí tað skaðar hjúnabandið. – Mt 5:28; 2Pæt 2:14.

  2. Styrk títt vinalag við Jehova og ger nakað fyri, at hann kann gleðast um títt hjúnaband. – Slm 97:10.

  3. Blív við at lata teg í tann nýggja persónleikan og royn at gera okkurt fitt í gerandisdegnum, sum gleðir hjúnafelagan. – Kol 3:8-10, 12-14.

  4. Vís tínum hjúnafelaga virðing, tá ið tit tosa saman, og tosið saman um ting, sum hava týdning. – Kol 4:6.

  5. Vís umhugsni og kærleika í kynslívinum. – 1Kor 7:3, 4; 10:24.

Tá ið vit æra hjúnabandið, æra vit Jehova, sum hevur stovnað tað.

HYGG AT VIDEONUM VI MÅ ’LØBE MED UDHOLDENHED’ – FØLG LØBETS REGLER, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvørjir trupulleikar kunnu stinga seg upp í einum hjúnabandi, sjálvt um tað byrjaði væl?

  • Hvussu kann Bíblian hjálpa einum, sum følir, at hann er í einum kærleiksleysum hjúnabandi?

  • Fylg meginreglunum í Bíbliuni og fá eitt gott hjúnaband

    Hvørjar reglur hevur Jehova ásett fyri hjúnabandið?

  • Hvat mugu báðir partar gera, um hjúnabandið skal vera gott?